Ógrundað álop á Kringvarp Føroya

Annika Olsen, lands­stýris­kvin­na, og Almannamálaráðið legg­ja Kringvarpið undir at bera skeiv tíðindi í málinum um røktarheimið Hamragarð í Vági. Hesum vilja vit staði­liga vísa aftur.
Orsøkin til atfinningarnar hjá landsstýriskvinnuni er eitt innslag í Degi & Viku týs­kvøld­ið 8. apríl, har vit vístu á, hvussu nógvar peng­ar Hamragarður brúkar til ávikavist røkt, praktisk við­ur­­skifti (so sum køk og rein­gerð) og leiðslu/um­sit­ing. Hetta varð gjørt, eftir at landsstýriskvinnan í bein­leiðis samrøðu í Degi & Viku hósdagin 3. apríl var sera at­finningarsom mótvegis leiðslu­ni á Hamragarði. Lands­stýriskvinnan segði eitt nú:
“Á Hamragarði brúkar mann meir pengar uppá leiðslu og umsiting enn mann til dømis ger á Grønanesi, og tað haldi eg, ikki er okey”.
Í samrøðuni í Degi & Viku róði landsstýriskvinnan fram undir, at tað eru leiðsl­ur­nar, sum ikki syrgja fyri, at peningurin, sum er játt­að­ur til eldraøkið, kemur út til borgaran. Óbeinleiðis kun­di hetta tulkast sum ein at­finn­ing mótvegis leiðsluni á Hamragarði. Í hesum sam­bandi vísti hon á, at meiri peng­ar verða brúktir til um­siting og leiðslu á Hamra­garði enn á Grønanesi, og at hon vildi hava kannað neyvari, hvussu býtið til um­siting og leiðslu er - bæði á Hamra­garði og eisini á øllum røktar­heimum í landinum.
Bjarni Djurholm, parta­mað­u­rin hjá Anniku Olsen, tók atfinningarnar hjá Anni­ku Olsen í Degi & Viku til sín, og kallaði hetta eina skelk­andi niðurstøðu. Í grein­ini “Whistleblower á Hamra­garði! – floyta fyri tey gomlu ella andstøðuni....?”, skrivar Bjar­ni Djurholm:
“Á Hamragarði velja tey held­ur at brúka størri partar til fyrisiting enn til røkt”.
Tá fleri fram­stand­andi politi­k­arar – og sjálvt av­var­andi land­s­stýris­kvinn­an – finnast so harðliga at rað­fest­ingunum á Hamra­garði, halda vit tað sjálvandi vera upp á sítt pláss at fáa stað­fest fakta. Tað er, hvussu hesi bæði heimini raðfesta sína játtan.
Eftir sendingina spur­du vit tí beinanvegin Al­manna­mála­ráðið um dokumentatióna fyri, hvussu arbeiðs­orkan verður raðfest á báð­um heimunum. Vit vildu gjar­na hava tølini yvir býtið av arbeiðsmegini og kanna, hvussu stórur munurin var mill­um hesi bæði heimini. Vit fingu eina frágreiðing, sum lands­stýriskvinnan hevði fing­ið frá Almannaverkinum. Men í frágreiðingini stóð ikki tilskilað, hvussu stórur post­urin til umsiting og leiðslu var á teimum báðum heimu­num. Bara at "ein saman­bering av ársverkum býtt eftir fakbólkum innan ávika­vist røkt og annan rakstur, vísir at Hamragarður hevur fleiri ársverk til leiðslu, um­sit­ing, reingerð o.a. enn t.d. Heim­ið á Grønanesi".
Vit vildu framvegis hava doku­mentatiónina í tølum og prosentum, og heittu enn einaferð á Almannamálaráðið um at fáa hana. Ráðið vísti síðani til Almannaverkið, og týs­dagin á middegi fingu vit loksins eina uppgerð yvir, hvussu nógv tey bæði heim­ini, hvør í sínum lagi, brúka upp á umsiting og leiðslu. Tað vóru tey tølini, vit lýstu í innslagnum í Degi & Viku týs­kvøldið. Tølini vísa, at með­an Hamragarður brúkar 12 prosent av játtanini til umsiting og leiðslu, brúkar Heim­ið á Grønanesi 11 pro­sent. Hetta er fakta. Tøl sum vit hava fingið frá Al­manna­verkinum.
Landsstýriskvinnan vil hava okkum at bólka um­sit­ing og leiðslu saman við útreiðslunum til húsa­vørð, reingerð o.a., men hetta meta vit ikki vera nóg gjøgn­umskygt, tá grund­leggj­andi at­f­­inn­ing­ar­nar hjá lands­stýriskvinnuni í sam­røðu­ni í Degi & Viku snúg­va seg um, at Hamra­garð­ur brúkar (ov) nógvar pengar til leiðslu og um­siting.
Tølini eru frá Al­manna­verkinum. Hvussu vit bólka tøl­ini, er okkara redaktionella val.
Síðan Almanna­mála­ráð­ið í viðmerking til miðlarnar legg­­ur Kringvarp Føroya und­­ir at bera skeiv tíðindi, hava vit roynt at samskift við aðalstjóran á Al­man­na­m­ála­ráðum. Hann kann ikki vísa á, at nøk­ur fakta í Degi & Viku vóru skeiv, men sigur, at Al­man­na­mála­ráð­­ið er ikki samt í, hvussu vit hava bólk­að tølini.
Hetta er sjálvandi rætturin hjá Al­manna­mála­ráðnum. Men hetta er ikki tað sama sum at bera skeiv tíðindi, og tað eigur Al­mannamálaráðið at vita.
Hvussu Kringvarpið vel­ur at bólka tølini, er sum sagt redaktionella valið hjá Kring­varpinum. Soleiðis virkar ein fræls pressa. Vit halda, at tað er sera óheppið, at eitt aðalráð, ið eigur at vera leyst av politisku skipanini, ger seg til talirør fyri eitt so ógrundað álop á fjølmiðlarnar sum hetta. Og at Annika Olsen, lands­stýriskvinna í al­manna­málum, bæði í Løg­tingi­num, fjøl­miðlum og á sosialu miðlu­num leggur Kringvarp Før­oya undir at bera rangan tíð­inda­f­lutning er beinleiðis ódám­ligt.