talið 276.385 fólk. Sólarmyrkingin hevur uttan iva gjørt sítt til, at 2015 hilnaðist so væl samanborið við 2014, men Vága Floghavn vísir á, at tað var framgongd í øllum mánaðunum uttan í januar og februar. [...] Tað gongur strúkandi væl hjá Vága Floghavn, sum í dag kann kunngerða, at talið av ferðafólkum er voksið fyri fimta árið á rað. Bara í fjør vaks talið av ferðandi við 10,4 prosentum ella 25.000 ferðafólkum [...] ferðafólkum samanborið við 2014. Vøksturin í talinum av ferðafólkum sæst best við at hyggja nøkur ár aftur í tíðina. Í 2010 var talið av ferðafólkum umvegis flogvøllin í Vágum 200.000. Fimm ár seinni, í 2015
Arbeiðið at byggja 22 leiguíbúðir á Óðinshædd í Havn, gongur so mikið fram á, at í hesum døgum verða tær reistar. Bústaðir, sum byggja íbúðirnar, siga, at seinnapartin í gjár vórðu sjey tær seinastu íbúðurnar [...] verið til vildar og tískil eru íbúðurnar á Óðinshædd nakað seinkaðar, men nú verður veturin brúktur til at gera íbúðirnar lidnar innan, sigur Bústaðir. Íbúðirnar eru til fólk í øllum aldri, og tí eru tær ymiskar
høvdu tapt 23-27 (7-13) til VÍF á heimavølli. Borgar ásannar, at verjan hjá vestmenningum var teimum ov sterk, og teir høvdu trupuleikar at bróta ígjøgnum sterku verjuna hjá vestmenningum. Serliga galið [...] og staðfestir, at teir í StÍF gera alt ov nógv teknisk mistøk í nógvum dystum, og teir brenna alt ov illa. Men kappingin um seinna FM finaluplássið er jøvn, og tað kundi væl hent seg, at tað liðið, sum
ungdómsdeildin gleðir seg at síggja tykkum til enn eina kapping, har vit vóna at vinarbond verða skapt og góður ítróttarandi verður vístur. – Vit hava karmarnar, og tit hava møguleikan at fylla teir við ítróttargleði [...] Night Cup blusinar, toast, sunkist ella vatnfløsku og frukt við í prísinum. Úr Vestmanna siga tey, at dømingin undir kappingini verður framd av leikarum frá Hvonn & FTZ deildini hjá VÍF. DJ Óli og speakari
Consult um projektering av hallarútbyggingini á Hálsi. Býráðið samtykti í november at byggja út Høllina til dupulthøll, soleiðis at fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat. Harumframt verða bygd høli til judo og [...] borðtennis, so hesar ítróttagreinir fáa bestu umstøður.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði tá, at dupulthøllin skal kunna veita umstøður til aðrar ítróttagreinir, til finalur og til størri altjóða [...] kann virka sum tjóðarhøll eitt nú í sambandi við finalustevnur og flestu altjóða dystir. Høllin kemur at hava pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveimum áskoðarapallum, sum
men í ár verður fyri fyrstu ferð roynt at sýna sjónleik og filmsbrot, umframt at list annars skal prýða býin hendan dagin. Fleiri av fremstu tónleikarunum fara at syngja og spæla leygardagin, millum annað [...] annað Greta Svabo Bech, Jógvan, Lena Andersen, Marius Ziska og Sakaris, umframt at ljósinstallatiónir vera ymsa staðni í býnum, sum føroysk listafólk skipa fyri. Skráin er hendan: 14:30 Greta í Soul Made
á 7,4 prosent. Orsøkin til, at samlaða skattainntøkan hjá landskassanum lækkaði, hóast inntøkurnar hækkaðu, er, at skattastigin er broyttur. Fyri jól samtykti løgtingið at seta eitt trin inn í landssk [...] landsskattastigan aftrat soleiðis, at skatturin av inntøkum millum 65 og 235 túsund krónur er lækkað úr 20 og niður í 15 prosent. Um skattastigin hevði verið tann sami, sum hann var í 2015, so hevði skattainntøkan
ð sleppur tú at uppliva hesar tónleikarar, sum teljast millum teir mest dugnaligu í norðurlondum, sveitta seg ígjøgnum tey kraftmiklu og melodisk rørandi løgini. - Dánjal hevur megnað at samlað ein bólk [...] - Nú sleppur tú aftur at uppliva Dánjal á Neystabø við sínum orkestri av norðurlendskum klassatónleikarum í Føroyum. Hesin bólkur hevur seinnu árini leverað nakrar av bestu framførslunum á føroyskum palli [...] óteljandi pallum kring Evropa hevur bólkurin funnið sítt heilt egna serstaka ljóð. Lagt verður aftrat, at Dánjal eisini hevur fingið nógvar tónleikatilnevningar, eitt nú tvær ferðir "Best Live Act" á Danish
góðari sending, men eingin av teimum hugsar um at renna ella stríðast fyri hesum, staðfesti Paul Scholes. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Paul Scholes finnist at høvuðsvenjaranum, Louis van Gaal. Scholes hevur [...] Wayne Rooney. Har er eingin rørsla, segði Paul Scholes aftaná dystin. Paul Scholes heldur als ikki, at spælistílurin hjá høvuðsvenjaranum, Louis van Gaal riggar. - Har eru fleiri spælarar við rennikapasiteti
vísa, at 24.737 løntakarar vóru í Føroyum í juli. Tað er tað sama, ið tað var í mai og juni. Nógv virksemi hevur verið í Føroyum seinastu árini, og serliga innan byggivinnuni hevur nógv verið at gjørt [...] síðani á várið 2013, tá tað vóru 23.700 løntakarar í Føroyum. Hagstovan skrivar, at tað var serliga um summarið og heystið 2014, at vøksturin var stórur, tá 70 løntakarar løgdust aftrat um dagin. Tað talið er