Fyribils landsskattainntøkan í januar í ár var eitt hálvt prosent lægri, enn hon var sama mánað í fjør. Hetta svarar til eina minni inntøku upp á 500.253 krónur.
Í januar í 2015 var landsskatturin 100.357.247 krónur, og í ár var landsskatturin 99.850.994 krónur.
Inntøkurnar, sum skatturin verður roknaður av, vóru hægri í ár, enn tær vóru fyrsta mánaðin í fjør. A-inntøkurnar í januar í fjør vóru 700,5 milliónir krónur. Í januar í ár vóru tær 752,3 milliónir krónur. Talan var harvið um ein vøkstur í inntøkunum upp á 7,4 prosent.
Orsøkin til, at samlaða skattainntøkan hjá landskassanum lækkaði, hóast inntøkurnar hækkaðu, er, at skattastigin er broyttur.
Fyri jól samtykti løgtingið at seta eitt trin inn í landsskattastigan aftrat soleiðis, at skatturin av inntøkum millum 65 og 235 túsund krónur er lækkað úr 20 og niður í 15 prosent.
Um skattastigin hevði verið tann sami, sum hann var í 2015, so hevði skattainntøkan hjá landskassanum fyri januar 2016 verið umleið átta milliónir hægri, enn hon var. Hetta er prísurin, sum skattalættin kostaði fyrsta mánaðinum í árinum.