- Nú sleppur tú aftur at uppliva Dánjal á Neystabø við sínum orkestri av norðurlendskum klassatónleikarum í Føroyum. Hesin bólkur hevur seinnu árini leverað nakrar av bestu framførslunum á føroyskum palli, og mikudagin verður neyvan nakað undantak, tá Reinsaríið leggur pall til bólkin Dánjal.
Tað verður sagt í tíðindaskrivi um tiltakið.
Mikukvøldið sleppur tú at uppliva hesar tónleikarar, sum teljast millum teir mest dugnaligu í norðurlondum, sveitta seg ígjøgnum tey kraftmiklu og melodisk rørandi løgini.
- Dánjal hevur megnað at samlað ein bólk, har mentanarligi ymiskleikin hjá limunum kemur til sín rætt, og eftir sjey árum á óteljandi pallum kring Evropa hevur bólkurin funnið sítt heilt egna serstaka ljóð.
Lagt verður aftrat, at Dánjal eisini hevur fingið nógvar tónleikatilnevningar, eitt nú tvær ferðir "Best Live Act" á Danish Music Award, eins og lagið Raindrops varð tilnevnt sum ársins popplag á Faroese Music Awards fyrr í ár.
- Við íblástri frá Tom Waits til The Beatles, pop/rokki frá sjeytiárunum, heimstónleiki og fólkatónleiki er ljóðið mest av øllum norðurlendskt og egið, verður sagt í tíðindaskrivi.
Bólkurin fer á pall í Reinsarínum mikukvøldið 28. oktober klokkan 21.









