Í gjárakvøldið spældi Manchester United javnleik 1-1 ímóti CSKA Moskva á útivølli í Champions League kappingini.
Ein, sum als ikki er nøgdur við avrikið hjá Manchester United er gamla miðvallarstjørnan, Paul Scholes. Við BT Sports Studio segði Paul Scholes aftaná dystin: - Um ein hyggur nærri eftir liðnum hjá Manchester United, so hevur liðið ongan kvalitet og onga rørslu. Spælararnir renna als ikki. Er tað soleiðis Manchester United skal spæla? Spurdi ein bersøgin Paul Scholes.
- Teir velja bara tryggar loysnir á øllum vøllinum. Eg minnist ikki somikið, sum eina gjøgnumbrotssending til Wayne Rooney. Har er eingin rørsla, segði Paul Scholes aftaná dystin.
Paul Scholes heldur als ikki, at spælistílurin hjá høvuðsvenjaranum, Louis van Gaal riggar. - Har eru fleiri spælarar við rennikapasiteti, Ander Herrera, Jesse Lingaard, og Anthony Martial. Hesir kunnu finna Wayne Rooney við einari góðari sending, men eingin av teimum hugsar um at renna ella stríðast fyri hesum, staðfesti Paul Scholes.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Paul Scholes finnist at høvuðsvenjaranum, Louis van Gaal. Scholes hevur áður verið sera atfinningarsamur um allan peningin Louis van Gaal brúkar uppá spælarakeyp.










