Aftur í ár skipar VisitTórshavn fyri tiltakinum Vetrarljós í miðbýnum í Havn. Hetta verður leygardagin 6. februar.
- Í stuttum er tað dagurin, vit bjóða ljósari tíðum vælkomnum við livandi tónleiki í handlum, stovnum og við tiltøkum annars, boðar VisitTórshavn frá.
Hetta er vorðið eitt afturvendandi tiltak í februar mánað, men í ár verður fyri fyrstu ferð roynt at sýna sjónleik og filmsbrot, umframt at list annars skal prýða býin hendan dagin.
Fleiri av fremstu tónleikarunum fara at syngja og spæla leygardagin, millum annað Greta Svabo Bech, Jógvan, Lena Andersen, Marius Ziska og Sakaris, umframt at ljósinstallatiónir vera ymsa staðni í býnum, sum føroysk listafólk skipa fyri.
Skráin er hendan:
14:30 Greta í Soul Made
15:00 Elinborg í Nýggjastovu
15:45 Sóley & Katrin í H.N.Jacobsens Bókahandli
16:30 Punjab í Býráðssalinum
17:15 Lena Andersen í Havnar kirkju
Ljósinstallasjón á Gongugøtuni
Lea kampmann framførir kl. 18:00
18:30 Pakkhús Bio í Skeiva Pakkhúsi
19:15 Blue Coat í Østrøm
20:00 Jógvan í Havnar Bio
21:00 Marius Ziska í Svimjihøllini í Gundadali
22:00 Sakaris í Kaffihúsinum
23:00 Ljós installasjón í Sirkus