Um tvær vikur verður aftur skipað fyri »Night Cup« í hondbólti í Vestmanna.
Tað er kappingin, har ungdómurin er í hásætið. Við góðum kørmum skipar VÍF aftur hesuferð vælumtóktu kappingini millum ungar hondhóltsleikarar í Vestmanna í heystfrítíðini.
Tey byrja fríggjamorgunin 16 oktober kl 10 við teimum yngstu, U10 gentur og dreingir.
Tey luttakandi fáa tær væl umtóktu Night Cup blusinar, toast, sunkist ella vatnfløsku og frukt við í prísinum.
Úr Vestmanna siga tey, at dømingin undir kappingini verður framd av leikarum frá Hvonn & FTZ deildini hjá VÍF.
DJ Óli og speakari verður undir allari kappingini
Vinnandi liðini frá heiðursmerkir og steyp til ognar.
Vannligar kioskvørur verða til keyps og ein heitur rættur verður til fæst eisini fyri sámuligan prís, siga tey úr Vestmanna.
Stuttligar felagsmyndir verðar tiknar av hvørjum einstøkum liðið og Raski hjá VÍF verður í høllini, so ein góður stemningur verður undir kappingini.
– VÍF ungdómsdeildin gleðir seg at síggja tykkum til enn eina kapping, har vit vóna at vinarbond verða skapt og góður ítróttarandi verður vístur.
– Vit hava karmarnar, og tit hava møguleikan at fylla teir við ítróttargleði, heilsa tey úr VÍF.










