TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Borgar M. Persson hjá StÍF, aftaná strandingar høvdu tapt 23-27 (7-13) til VÍF á heimavølli.
Borgar ásannar, at verjan hjá vestmenningum var teimum ov sterk, og teir høvdu trupuleikar at bróta ígjøgnum sterku verjuna hjá vestmenningum. Serliga galið var í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki var frægari, men tað rakk ikki.
Borgar vendir kritikkin inn eftir, og staðfestir, at teir í StÍF gera alt ov nógv teknisk mistøk í nógvum dystum, og teir brenna alt ov illa. Men kappingin um seinna FM finaluplássið er jøvn, og tað kundi væl hent seg, at tað liðið, sum vinnur fýra teir seinastu dystirnar í grundspælinum vinnur seg í FM finaluna.
(Mynd: privatmynd)
Støðan í FTZ deildini :