Men yvirlitið vísir, at í hesum tíðarskeiði hevur løgreglan viðgjørt 31 mál, sum hava við barnaporno av ymsum slagi at gera. Men somuleiðis hevur løgreglan viðgjørt 20 mál um annan kynsligan ágang enn samlegu [...] Hesi seinatu fimm árini, frá 2016 til nú, hevur løgreglan fingið 63 fráboðanir um kynsligan ágang av ymsum slagi ímóti børnum og ungum undir 18 ár. Tað upplýsir fútin fyri Løgtinginum, nú eitt uppskot [...] kynsligan ágang ímóti børnum. Í hesum sambandi hevur fútin upplýst, at síðani 2016, til í dag, hevur løgreglan fingið 63 fráboðanir um kynsligan ágang ímóti børnum og ungum undir 18 ár. Fútin ger tó vart við
Sum heild var rættiliga friðarligt í nátt, sigur løgreglan. Men tíðliga í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá herverki. Løgreglan sigur, at talan var um ein mann og eina kvinnu í einum parlagi [...] lutir hjá kvinnuni. Maðurin varð meldaður og nú er hann skuldsettur fyri herverk. Í nátt hevði løgreglan eisini eitt tiltak ímóti rúsevnum. Og tað gav úrslit, tí tá ið tey stegðaðu einum bili, funnu tey [...] hassji uppi á einum fólki í bilinum. Viðkomandi skrivaði undir eina váttan upp á at hann góðtók, at løgreglan legði haldi á hassjið og so varð hann leyslatin aftur, men hann er skuldsettur fyri bróta lógina
Tá ið tað fór at myrkja í gjárkvøldið varð tað heilt ómetaliga hált nógvastaðni, men løgreglan sigur, at tað sluppu vit bara væl burtur úr. Men tey siga, at bilførarir hava hugsað um støðuna, og koyrt
hevur, at fólk vísa størsta varsemi á internetinum. Løgreglan sigur, at í gjár vórðu tey varug við, at teldusníkar góvu seg út fyri at vera løgreglan í Føroyum og soleiðis royndu tey at snýta fólk og at [...] føroyskari fyritøku Løgreglan sigur, at tað var serliga deildin fyri internetbrotsverk hjá løgregluni í Danmark sum varnaðist, at teldusníkar vóru farnir at geva seg út fyri at vera løgreglan í Føroyum. Teir [...] feilur var, at internetadressan var politi.com, har adressan hjá politinum í Føroyum er politi.fo. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi sendu teldusníkarnir fólki boð um, at tey vóru vitni í eini sak og so
Á Facebook-síðuni - Føroya Politi - ávarar løgreglan í kvøld um, at tað er sera hált at koyra. - Eftir at tað tinaði nakað seinnapartin, frystir nú aftur. Inni í Havnini er sera hált nógvastaðni. Tilmælið
løgreglustøðini. Har siga tey seg frætta beint nú, at nú gerst kaldari, og vegirnir nú eru sera hálir. Løgreglan metir tí, at ein bert eigur at fara í bil, um tað er neyðugt, og at bilførarar eiga at ansa sær
flytingina, sigur løgreglan á Facebook. Løgreglan sigur, at fyri at fyribyrgja at verða snýtt av teldusnýkunum, eru nøkur viðurskifti, sum fólk serliga eiga at ansa eftir. Løgreglan sigur, at her eru tvey [...] at kontan, sum peningurin skal flytast til, skal broytast, skalt tú vísa serligt varsømi, ávarar løgreglan. Boðini frá teldusníkunum kunnu vera: ”all payments should be made to our alternative bank details” [...] details”, ella: ”Bank update letter and revised invoice for the down payment is attached”, sigur løgreglan.
hann hevur gangandi á eini trøð. Løgreglan sigur, at sambært fráboðaranum er seyðurin illa fyri og tað er týðiligt, at eigarin hevur ikki givið honum í fleiri dagar. Løgreglan sigur, at tey hava verið á trøðini [...] er eisini eitt tilmæli um, hvørji stig skulu takast, ella um nøkur stig skulu takast yvirhøvur. Løgreglan sigur, at so verður málið viðgjørt út frá tí tilmælinum, men tað er óvist, nær ein niðurstøða fyriliggur
framvið arbeiðsfólkunum í tunlinum. Ringt varð til løgregluna, so tey stóðu fyri honum og tóku hann. Løgreglan sigur, at hann fær bót fyri ikki at virða ferðsluforðingina, og fyri at hava sett trygdina hjá
varð dómarin ikki samdur í. Løgreglan sigur, at dómarin metti ikki, at grundarlag var fyri at varðhaldsfongslað mannin, og sostatt varð hann leyslatin aftur. Men løgreglan sigur, at málið verður nú viðgjørt [...] annan mann so hart, at hann fekk álvarsligan skaða í andlitið og fór á skaðastovuna til viðgerar. Løgreglan tók gerningsmannin og eftir at hava kannað málið, varð hann førdur fyri Føroya Rætt í gjár við tí