Løgreglan ávarar: Tað er sera hált!

Sagt verður úr Havnini í kvøld, at á summum vegastrekkjum er so hált sum á kalvabaki.

 

Á Facebook-síðuni - Føroya Politi - ávarar løgreglan í kvøld um, at tað er sera hált at koyra.

- Eftir at tað tinaði nakað seinnapartin, frystir nú aftur. Inni í Havnini er sera hált nógvastaðni.

Tilmælið hjá løgregluni í kvøld er tískil at koyra varliga.

Vit kunnu leggja aftrat, at tað kann vera rættiliga ymiskt, hvussu hálkan háttar sær - og á hvørjum vegastrekkjum, fólk eiga at vera serliga ansin.

Føroyska veðurlagið - og landslagið - kann vera so lumpið, at tú skjótt kanst vera um ein háls, um tú ikki ansar tær serliga væl eitt slíkt kvøld sum í kvøld.

##med2##