Royndu at snýta nógvar pengar úr føroyskari fyritøku

Løgreglan ávarar nú um, at teldusníkar eru upp á spæl

Ein føroysk fyritøka hevur nú boðað løgregluni fr á, at teldusnýkar hava roynt at snýta fyritøkuna fyri eina størri peningaupphædd. Í hesum føri høvdu teldusnýkarnir falsað eina rokning og teldubrævasamskiftið við tí endamáli at lumpa starvsfólk í bókhaldinum til at trúgva, at teirra leiðari hevði góðkent flytingina, sigur løgreglan á Facebook.

Løgreglan sigur, at fyri at fyribyrgja at verða snýtt av teldusnýkunum, eru nøkur viðurskifti, sum fólk serliga eiga at ansa eftir. Løgreglan sigur, at her eru tvey dømi nevnd, men tað kunnu eisini vera onnur viðurskifti, sum fólk skulu ansa eftir.

 

1. Gjaldingin hevur skund

Teldusnýkarnir royna ofta at geva fólkinum í bókhaldninum eina fatan av, at gjaldingin hevur stóran skund í eini roynd at fáa tey at flyta peningin áðrenn tey kanna, um tað í roynd og veru er leiðarin, sum hevur sent teldubrævið.

Ber gjaldingin brá av at hava skund, sum dømini niðan fyri vísa, eiga fólk at vera serliga varin. Til dømis kann tað standa: ”Kan vi betale denne faktura i dag med hurtig overførsel?” ella:  ”Du bedes betale med ekspresbetaling.”

 

2. Broyting av kontonummari

Av og á eydnast tað teldusnýkunum at fáa fatur á teldupostadressum hjá fyritøkum. Tá ið teir hava fingið fatur á tí bíða teir ofta til fyritøkan skal gjalda onkra rokning.

Tá ið fyritøkan hevur fingið rokningina, senda teldusnýkarnir eina nýggja rokning, sum er sama slag, til fyritøkuna, men skriva, at kontonummarið á fyrru rokningini var skeivt ella at teirra bankakonta er undir grannskoðan, og at fyritøkan tí skal flyta peningin til eina aðra konto.

Fært tú boð um, at kontan, sum peningurin skal flytast til, skal broytast, skalt tú vísa serligt varsømi, ávarar løgreglan.

Boðini frá teldusníkunum kunnu vera: ”all payments should be made to our alternative bank details”, ella: ”Bank update letter and revised invoice for the down payment is attached”, sigur løgreglan.