Tá ið tað fór at myrkja í gjárkvøldið varð tað heilt ómetaliga hált nógvastaðni, men løgreglan sigur, at tað sluppu vit bara væl burtur úr. Men tey siga, at bilførarir hava hugsað um støðuna, og koyrt eftir umstøðunum, tí sjáldan hava bilarnir koyrt so spakiliga um í gjárkvøldið og í nátt.
Kortini vóru onkur ferðsluóhapp, men talan var bara um materiellan skaða. Á Ringvegnum í Havn gleið ein bilur út av og í Leynatunlinum, kollafjarðarmegin, rendi ein bilur inn í veggin í tunlinum. Tann bilurin fekk ikki koyrt eftir óhappið, men mátti setast á staðnum. Á einum lítlum strekki, beint uttan fyri tunnilin, var sera hált og tað tók tveir bilførarar á bóli. Annar misti so tamarhaldið á bilinum og rendi í veggin í tunlinum, men hin lukkaðist at steðga.
Tað er framvegis hált í morgun, serliga norðan fyri og vestanfyri, tí støðan er frægari í Sandoy og í Suðuroy. Landsverk sigur kortini, at tað eru sera vánalig koyrilíkindi á Gjáarvegnum, tí har er nógv jarðrok í ælunum.