Hava fingið yvir 60 mál um kynsligan ágang ímóti børnum og ungum

Hesi seinastu fimm árini er talan um eitt mál um mánaðin

Hesi seinatu fimm árini, frá 2016 til nú, hevur løgreglan fingið 63 fráboðanir um kynsligan ágang av ymsum slagi ímóti børnum og ungum undir 18 ár. Tað upplýsir fútin fyri Løgtinginum, nú eitt uppskot er til viðgerðar um at krevja, at øll, sum arbeiða við børnum undir 15 ár, skulu hava váttan frá løgregluni fyri, at tey ikki eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum.

Í hesum sambandi hevur fútin upplýst, at síðani 2016, til í dag, hevur løgreglan fingið 63 fráboðanir um kynsligan ágang ímóti børnum og ungum undir 18 ár. Fútin ger tó vart við, at í einstøkum førum gera hagtølini ikki mun á vaksum og børnum og tískil kunnu tað vera onkur mál afturat, sum ikki eru við í hesum yvirlitinum.

 Men yvirlitið vísir, at í hesum tíðarskeiði hevur løgreglan viðgjørt 31 mál, sum hava við barnaporno av ymsum slagi at gera. Men somuleiðis hevur løgreglan viðgjørt 20 mál um annan kynsligan ágang enn samlegu, ímóti børnum undir 12 ár.

Harafturat eru fimm mál um samlegu við barn undir 15 ár og eitt mál um annan kynsligan ágang á barn undir 15 ár. Talan er eisini um eitt dømi um ein, sum hevur goldið einum ungum undir 18 ár fyri samlegu, umframt at dømi eru um samlegu og annan kynsligan ágang ímóti pleygubarn, ella fosturbarn.