Sum heild var rættiliga friðarligt í nátt, sigur løgreglan. Men tíðliga í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá herverki. Løgreglan sigur, at talan var um ein mann og eina kvinnu í einum parlagi, sum vóru komin til ilnar, og endin var, at maðurin breyt ymsar persónligar lutir hjá kvinnuni. Maðurin varð meldaður og nú er hann skuldsettur fyri herverk.
Í nátt hevði løgreglan eisini eitt tiltak ímóti rúsevnum. Og tað gav úrslit, tí tá ið tey stegðaðu einum bili, funnu tey 14 gramm av hassji uppi á einum fólki í bilinum. Viðkomandi skrivaði undir eina váttan upp á at hann góðtók, at løgreglan legði haldi á hassjið og so varð hann leyslatin aftur, men hann er skuldsettur fyri bróta lógina um rúsevni.
Og í nátt fekk ein maður eisini bót tí hann noktaði at siga løgregluni, hvør hann var. Tað var ófriður uttan fyri eitt skeinkistað í Havn, men tá ið løgreglan kom á staðið og vildi hava greiði á, hvør var uppi í, noktaði tann ein maðurin at siga, hvør hann var.
Tað hava fólk skyldu til, men tá ið hann noktaði, varð hann tikin við á støðina, og har varð hann verandi til hann hevði sagt løgregluni hvør hann var – og so slapp hann út aftur við eini bót.