Kennir stóran franskan stuðul fyri vitjanina

Emmanuel Macron endurtók síni stuðulsorð til Grønland í dag, áðrenn forsetin vitjar í Grønlandi 15. juni.

Frakland hevur stuðlað okkum, síðani fyrstu útsagnirnar um at taka land okkara komu fram. Tað er bæði neyðugt og gleðiligt, skrivar Jens-Frederik Nielsen. Mynd: Roni Rekomaa/Reuters

Á havráðstevnuni hjá ST í dag segði franski forsetin, Emmanuel Macron, at "Grønland og Arktis kunnu ikki takast".

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur áður víst á ynski um at yvirtaka Grønland, og tí er franskur stuðul avgerandi.

Tað skrivar grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, í einum uppslagi á Facebook.

- Frakland hevur stuðlað okkum síðani fyrstu útsagnirnar um at yvirtaka land okkara komu fram. Tað er bæði neyðugt og gleðiligt, skrivar Jens-Frederik Nielsen.

Emmanuel Macron, sum sjálvur vitjar Grønland 15. juni, hevði stuðulsboð til Grønland í røðu síni á ST-ráðstevnuni, har hann segði, at "tú kanst ikki yvirtaka landið".

- Eg fegnist um, at forsetin enn einaferð gjørdi hetta greitt og harvið stuðlaði Grønlandi, sigur Jens-Frederik Nielsen.

Grønlendski stjórnarleiðarin luttekur saman við Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í komandi vitjanini hjá Emmanuel Macron í Grønlandi.

Vitjanin kemur eftir umleið hálvt ár við sera spentari støðu viðvíkjandi heimsins størstu oyggj.

Spenningarnir stava frá ynskinum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at taka valdið á Grønlandi. Hann hevur fleiri ferðir noktað at útiloka nýtslu av hernaðarmegi.

Teir tríggir stjórnarleiðararnir fara at "seta millum annað fokus á trygdina í Norðuratlantshavi og Arktis".

Men tey fara eisini at umrøða búskaparmenning, veðurlagsbroytingar og orku.

Viðvíkjandi komandi vitjanini hjá Macron hevur Mette Frederiksen sagt, at tað er "upplyftandi at uppliva stóra altjóða stuðulin til Grønland og kongsríkið í truplu uttanríkispolitisku støðuni seinastu mánaðirnar".

Gjøgnum alla uttanríkispolitisku kreppuna hevur Frakland verið langt frammi at stuðla Danmark.

Landið hevur millum annað nevnt møguleikan um at senda franskar hermenn til Grønlands - um Danmark vildi tað, væl at merkja.

Og Frakland hevur støðugt verið millum tey fyrstu, sum hava tikið frástøðu frá útsøgnunum hjá Trump.

 

/Ritzau/

 

 

 

Frakland hevur stuðlað okkum, síðani fyrstu útsagnirnar um at taka land okkara komu fram. Tað er bæði neyðugt og gleðiligt, skrivar Jens-Frederik Nielsen. Mynd: Roni Rekomaa/Reuters