Meldaður fyri at misrøkja seyðin

Nú verður kannað um tað er hald í tí

Ein maður er nú meldaður fyri at misrøkja seyðin, hann hevur gangandi á eini trøð. Løgreglan sigur, at sambært fráboðaranum er seyðurin illa fyri og tað er týðiligt, at eigarin hevur ikki givið honum í fleiri dagar.

Løgreglan sigur, at tey hava verið á trøðini saman við djóralæka frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, so nú er seyðurin kannaður.

Nú fer dóralæknin at skriva eina frágreiðing til løgregluna, og har er eisini eitt tilmæli um, hvørji stig skulu takast, ella um nøkur stig skulu takast yvirhøvur. Løgreglan sigur, at so verður málið viðgjørt út frá tí tilmælinum, men tað er óvist, nær ein niðurstøða fyriliggur.