Nýklaktu Champions League meistararnir, Paris Saint Germain fekk í nátt ein kjaftfisk á Rose Bowl leikvøllinum í Pasadena í Kalifornia.
Frammanfyri 53.700 áskoðarum tapti PSG 0-1 fyri brasilska liðnum, Botafogo í innleiðandi bólki B. Igor Jesus skoraði sigursmálið hjá Botafogo.
PSG hevði bóltin 75 prosent av tíðini, men teir høvdu bert tvær royndir á málið hjá Botafogo, ið hevði fýra royndir á málið hjá PSG.
39.000 tóm setur vóru til hendan dystin.
Atletico Madrid reisti seg aftur aftaná 0-4 tapið fyri PSG í fyrsta umfarinum. Á Lumen Field leikvøllinum í Seattle vann Atletico 3-1 á lokala liðnum, Seattle Sounders.
Seattle Sounders-Atletico Madrid 1-3 (0-1)
0-1 Pablo Barrios ('11 )
0-2 Axel Witsel ('47 )
1-2 Albert Rusnak ('51 )
1-3 Pablo Barrios ('56 )
Paris Saint Germain-Botafogo 0-1 (0-1)
0-1 Igor Jesus (`36 )
Botafogo hevur seks stig, meðan PSG og Atletico hava trý stig hvør. PSG hevur málmunin pluss trý og Atletico hevur málmunin minus tvey. Seattle er aftast við ongum stigi.
Týskvøldið klokkan 20 vera seinastu dystirnir leiktir í bólki B. Teir eru Atletico Madrid-Botafogo og Seattle Sounders-PSG.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum PSG-Botafogo 0-1 (0-1):
##med2##
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Seattle Sounders-Atletico Madrid 1-3 (0-1):
##med3##