Fuglafjarðar Bilatreff verður leygardagin

- Øll akfør eru vælkomin, og vit vóna at síggja bæði kend og nýggj andlit, siga fyrireikararnir av tiltakinum

 

Leygardagin hin 21. juni, sum er longsti dagur, verður afturvendandi tiltakið - Bilatreff - í Fuglafjarðar kommunu.

 

- Vit møtast við ítróttarhøllina á Kambsdali klokkan 10, og síðan verður koyrt haðani og inn til Fuglafjarðar klokkan 11.

 

Fyriskipararnir vóna, at tiltakið aftur í ár fer at fáa eins stóra undirtøku og undanfarin ár.

 

- Øll akfør eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir av tiltakinum.

 

Lagt verður aftrat, at Fuglafjarðar Svimjifelag fer at standa fyri sølu av mati og ymiskum søtum og leskandi í Fuglafirði.

- Vit vóna at síggja fleiri - bæði kend og ókend andlit - á tiltakinum leygardagin, siga fyrireikararnir av serstaka Bilatreffinum.

 

Viðheft eru nakrar myndir frá øðrum bilateffum, sum hava verið í Fuglafjarðar kommunu.

 

##med2##

 

##med3##