Fagraberg kom á Kollafjørð um 20-tíðina sunnukvøldið - og Finnur Fríði kom á Tvøroyri um 23-tíðina sama kvøld. Skipini hava umleið 2600 tons av sild tilsamans - ella umleið 1300 tons hvør. Varðin sigur á síni heimasíðu [...] heimasíðu, at tað er góð sild, sum skipini hava fingið. Vektin á hvørji sild liggur um 370 gram. Lagt verður aftrat, at skipini hava roynt heilt har norðuri í føroyskum sjógvi, men sagt verður, at nógv
"Sjóteim" á Rás2 fyrrapartin var Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari. Til viðgerðar var fløkta støðan Føroya Javnaðarflokkur er komin í orsaka av serligu og spentu støðuni í býráðnum á Tvøroyri. - Tað [...] Tað er eingin skúling av nýggjum politikarum, staðfestir Árni Gregersen. Nógv sum verða vald á ting verða ikki ald upp í teimum politisku flokkunum, men verða vald uppá nøkur persónlig sjónarmið. Flokkarnir [...] veikari, lokalu valfeløgini hoyrir ein lítið til, og einstaklingarnir eru sterkari enn nakrantíð. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Árna Gregersen í sendingini "Sjóteim"
langommubørnini og oldurommubørnini. Tey, sum hava hug at heilsa upp á Johonnu á 100 ára degnum eru vælkomin millum 14 og 19 í heiminum á Suðuroyarvegi 13 í Havn. TRÝST HER fyri at lesa føðingardagsheilsan [...] systrina, sum var vorðin sjúk. Har suðuri møtti hon manninum Dánjal Johann Olsen og tey búsettust á Tvøroyri. Seks børn vóru í hjúnarlagnum, Jens Åge, sáli, Elisabeth, Martin, Ennibjørg, Evita og Stanley
Í dag skipa dagstovnurin Mýrifípan og dagrøktin á Tvøroyri, Hvalba og Sumba fyri stórum barnatiltaki inni í Trongisvági Tey byrjaðu klokkan 11 í morgun við stórari skrúðgongu av parkeringsplássinum niðanfyri [...] eftir Ovaravegi og oman aftur á nýggja fótbóltsvøllin við Stórá, har ymiskt virksemi er. Við í skrúgonguni vóru eisini brandbilur, sjúkrabilur og aðrir bilar við blinkljósi á takinum og so ein hópur av [...] undir tonnina, bæði pylsubreyð, vafflur, sunkist, kaffi og te. Undir teiginum "Seimastu myndarøðir" á Portalinum hava vit eina drúgva myndarøð frá skrúðgonguni.
Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, Varðin Pelagic, hevur í vikuni fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni. Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at útleiðingin av framleiðsluspillivatni [...] verður hildin innan fyri tey mørk, sum eru mett umhvørvisliga trygg. Eisini er dentur lagdur á, at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar eru eftir viðurkendum skipanum, og at virksemið [...] uppsjóvarfiski, sum verður frystur heilur ella skorin til flak, og virkið hevur eina framleiðsluorku upp á 600 tons um samdøgrið, ið kann økjast upp í túsund tons. Síðani umhvørvisverndarlógin kom í gildið í
felag var í farnu viku hildin á Seglloftinum á Tvøroyri. Handverksmeistarar í Suðuroynni hava tikið stig til at stovna eitt felags lokalfelag fyri alla Suðuroynna, log á fundinum var góð undirtøka fyri [...] endamáli, at fyrireika uppskot til ein komandi eykaaðalfund um avtøku av feløgunum, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
stóran skaða. Tí heita bæði átaksleiðari og tekniska deild á Tvøroyri á fólk um at beina burtur henda vanda. Í Sjóvar kommunu heita tey eisini á sínar borgarar og fyritøkur um at tryggja leysar lutir, b [...] illveður um landið, og boðað verður eisini frá nógvum vindi bæði í dag og í morgin. - Tí heita vit á borgarar og fyritøkur um at taka tað upp, ið liggur leyst og sløðist. Tað er áheitanin hjá átaksleiðara
Sleip Týsdagin setti vaktarskipið Brimil fast á garnaskipið Drelnes (TG 107) av Tvøroyri. Drelnes var staddur einar 90 fjórðingar í ein útnyrðing úr Mykinesi og var til fiskiskap. Garnaskipið hevði fingið [...] skrúvuna, meðan teir drógu gør týsmorgunin, og tí heittu teir á vaktarskipið Brimil um at koma teimum til hjálpar. Brimil sleipaði Drelnes á Klaksvík, hagar teir komu klokkan 03 mikunáttina. Tá skipini [...] skrúvuni. Hetta arbeiði gekk eftir ætlan. Drelnes er fyrrverandi Akraborg og Jónrit. Skipið er smíðað á Brattvaag skipasmiðjuni í Noregi í 1961.
føroyskt tónleikalív er á breddanum beint eftir páskir. Rúni Brattaberg fer saman við klaverleikaranum Hans Otto at framføra Winterreise eftir Schubert. Ætlandi verða tvær konsertir. Í Havn á Gamla Meiarínum [...] eykakonsert 2. páskadag klokkan 16. Forsølan av atgongumerkjum verður í kunningarstovunum í Havn og á Tvøroyri. Fyrsti føroyingur Winterreise D911 skrivaði Schubert í 1827. Hetta er sangcyklus, eitt sera vakurt [...] er fyrsti føroyski sangari, ið framførir Winterreise í fullari longd. Rúni Brattaberg er í løtuni á operaskúla í Zürich
19 verður borgarafundur í Salt á Drelnesi. Fundurin verður hildin í samband við verkætlanina hjá Varðanum Pelagic at byggja eina protein & lýsiverksmiðju á Tvøroyri. - Á fundinum fær Varðin Pelagic høvi [...] fyri Varðan Pelagic høvi at greiða frá um ætlaninar við verksmiðjuni og um gongdina í málinum. At enda á borgarafundinum í Salt fáa fólk eisini høvi at seta spurningar. ##med2##