Tað er eingin skúling til nýggjar politikkarar

(Rás2) Hoyr Árna Gregersen, politiskan viðmerkjara seta orð á fløktu politisku støðuna hjá Javnaðarflokkinum

Ein av gestunum hjá Hilmari Jan Hansen í sendingini "Sjóteim" á Rás2 fyrrapartin var Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari.

 

Til viðgerðar var fløkta støðan Føroya Javnaðarflokkur er komin í orsaka av serligu og spentu støðuni í býráðnum á Tvøroyri.

 

- Tað er eingin skúling av nýggjum politikarum, staðfestir Árni Gregersen. Nógv sum verða vald á ting verða ikki ald upp í teimum politisku flokkunum, men verða vald uppá nøkur persónlig sjónarmið. Flokkarnir eru veikari, lokalu valfeløgini hoyrir ein lítið til, og einstaklingarnir eru sterkari enn nakrantíð.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Árna Gregersen í sendingini "Sjóteim".