Týskvøldið hin 24. januar klokkan 19 verður borgarafundur í Salt á Drelnesi.
Fundurin verður hildin í samband við verkætlanina hjá Varðanum Pelagic at byggja eina protein & lýsiverksmiðju á Tvøroyri.
- Á fundinum fær Varðin Pelagic høvi at greiða frá ætlanini, so borgararnir fáa innlit í málið og fáa møguleika at seta spurningar.
Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Tað verður borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen, sum fer at bjóða vælkomin.
Síðan fáa umboð fyri Varðan Pelagic høvi at greiða frá um ætlaninar við verksmiðjuni og um gongdina í málinum.
At enda á borgarafundinum í Salt fáa fólk eisini høvi at seta spurningar.
##med2##