Finnur Fríði og Fagraberg við 2600 tonsum

Finnur Fríði og Fagraberg hava hendan túrin partrolað eftir sild.

Fagraberg kom á Kollafjørð um 20-tíðina sunnukvøldið - og Finnur Fríði kom á Tvøroyri um 23-tíðina sama kvøld. Skipini hava umleið 2600 tons av sild tilsamans - ella umleið 1300 tons hvør.

Varðin sigur á síni heimasíðu, at tað er góð sild, sum skipini hava fingið. Vektin á hvørji sild liggur um 370 gram.

Lagt verður aftrat, at skipini hava roynt heilt har norðuri í føroyskum sjógvi, men sagt verður, at nógv sild er at síggja allastaðni norðanfyri Føroyar.

- Skipini verða klár til nýggjan túr aftur mikudagin, veit heimasíðan hjá Varðanum at siga í kvøld.