Nýggja uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, Varðin Pelagic, hevur í vikuni fingið umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni.
Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at útleiðingin av framleiðsluspillivatni verður hildin innan fyri tey mørk, sum eru mett umhvørvisliga trygg.
Eisini er dentur lagdur á, at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar eru eftir viðurkendum skipanum, og at virksemið ikki elvir til ampar av lukti ella ljóði í nærumhvørvinum.
Uppsjóvarvirkið tekur ímóti heilum uppsjóvarfiski, sum verður frystur heilur ella skorin til flak, og virkið hevur eina framleiðsluorku upp á 600 tons um samdøgrið, ið kann økjast upp í túsund tons.
Síðani umhvørvisverndarlógin kom í gildið í 1989, eru umleið 110 virki í Føroyum umhvørvisgóðkend.











