Fríggjadagin skipaðu dagstovnurin Mýrifípan og dagrøktin á Tvøroyri, í Hvalba og í Sumba fyri stórum barna-karnivali í Trongisvági.
Tey byrjaðu klokkan 11 fríggjadagin við stórari skrúðgongu av parkeringsplássinum niðanfyri skúlan í Trongisvági, og nakað út eftir Ovaravegi og oman aftur á nýggja fótbóltsvøllin við Stórá, har ymiskt virksemi var til stuttleika.
Við í skrúgonguni vóru eisini brandbilur, sjúkrabilur og aðrir bilar við blinkljósi á takinum – og so ein hópur av børnum og vaksnum í alskyns grýluklæðum.