Tað er illveður um landið, og boðað verður eisini frá nógvum vindi bæði í dag og í morgin.
- Tí heita vit á borgarar og fyritøkur um at taka tað upp, ið liggur leyst og sløðist.
Tað er áheitanin hjá átaksleiðara og teknisku deild hjá Tvøroyrar kommunu í fráboðan í dag.
- Liggur nakað leyst, tá nógvur vindur er, kann tað verða til ampa og skapa stóran skaða.
Tí heita bæði átaksleiðari og tekniska deild á Tvøroyri á fólk um at beina burtur henda vanda.
Í Sjóvar kommunu heita tey eisini á sínar borgarar og fyritøkur um at tryggja leysar lutir, byggitilfar og annað.