Tað man vera langt síðani, at fótbóltslagið hevur verið so gott í Leirvík, sum tað er nú. Teir vilja ikki kanna sær bitan áðrenn hann er svølgdur, og teir nokta púra avgjørdir at tosa um uppflyting, hóast [...] hóast úrslitini hava verið góð hesar seinastu vikurnar. Men tað sigur seg sjálvt, at tað verður lagt til merkis, at FS Vágar, sum í fjør var í bestu deildini, tapir 5-1. Hetta sigur bæði nakað um, at LÍF [...] LÍF hevði ein góðan dag, og at vágamenn sýndu so nógv tað vánaligasta avrikið higartil í ár. LÍF legði fyri sum eitt ódnarveður. Teir høvdu bóltin nógv meiri alla tíðina, teir brúktu síðurnar nógv, og longu
og vit halda, at tað er upplagt, at hann verður brúktur, tá umstøður eru til tað, og umstøðurnar eru til tað nú. Eingin landsdystur verður hesu megin summarsteðgin, og tað hevur verið sera turt í veðrinum [...] seks árini, teir hava havt grasvøll. Onkuntíð hava mótstøðuliðini verið eitt sindur trek at ganga við til tað, men tað hevur ikki verið nakar trupulleiki, og t.d. GÍ hevur ógvuliga fegið viljað spælt á [...] linjur fyri, um tað ber teimum til at brúka grasvøllin sum heimavøll. ? Tað besta fyri føroyskan fótbólt hevði verið, um allir dystirnir vórðu avgreiddir á grasi, men av góðum grundum ber tað ikki til. Vit
Hesi seinastu mongu árini hava dystirnir millum HB og GÍ altíð verið dystir, sum hava verið sera javnir og undirhaldandi. Hetta er ikki støðan longur, tí í dystinum sunnudagin var ongantíð nakar ivi um [...] men royndin hjá Henningi Jarnskor endaði á nettakinum. Seinni hálvleikur eitt stórt HB-álop Tað var fyri tað mesta spæl upp á eitt mál í seinna hálvleiki. Álopini skolaðu inn í GÍ-brotsteigin, og høvdu [...] munur á, hvat liðið orkaði betur. Tað, sum hevur eyðkent GÍ síðstu mongu árini, er, at teir ikki hava givið mótstøðuliðinum frið til at spæla sítt spæl. Sunnudagin var tað júst umvent. GÍ-ararnir fingu ikki
stórur, og tað merkist skjótt, um menn falla frá, so sum tað hendi til dystin í Klaksvík næstseinasta vikuskifti. Í fjør hilnaðist illa hjá hvalbingum í fyrru helvt orsakað av skaðum, men tað eru teir so [...] Av fýra møguligum hevur Royn nú vunnið tríggjar dystir. Hesaferð gekk tað út yvir B71, ið ? sum tað sær út í løtuni ? ikki skal gera sær stórar vónir um at venda skjótt aftur til 1. deild, sum teir taptu [...] m. Tað vóru ikki nógvir heilt opnir kjansir í dystinum, men Royn hevði teir flestu, sum vóru. Í fyrra hálvleiki høvdu bæði Jákup Midjord og Alexander Vukotic góðar møguleikar fyri at skora, men tað var
og er framvegis tað ovasta av teimum trimum suðuroyarliðunum í 1. deild. Sumbingar liggja í løtuni á fimta plássi við seks stigum fyri fýra dystir ? ein úrtøka uppá 50 prosent, og tað er meir enn tey flestu [...] vent 0-1 til 2-1. Tað vóru bert fýra minuttir ímillum málini hjá TB. Fyrst bleiv Óli Johannesen ? fer ikki við landsliðnum til Estlands, tí hann hevur próvtøkur á læraraskúlanum júst um tað mundið ? leysur [...] dystin til egnan fyrimun. Og tá avtornaði, var tað heimaliðið, sum dróg longra stráið og vann. Avgerandi málið kom, tá fimm minuttir vóru eftir, og var tað Jan Poulsen, ið stóð fyri tí. Sumba fór í mótálop
tveir stórar ósigrar, og spurningurin er nú, hvussu tað fer at ávirka sálarliga (hjá VB vísti tað seg ikki at vera nakar trupulleiki). Hjá KÍ sær tað hinvegin rættiliga gott út, bæði á vøllinum og á st [...] betri enn teir. KÍ hevði sigurin ríkiliga uppibornan, og hann kundi verið størri heldur enn minni. Serliga í seinna hálvleiki var tað KÍ, sum stýrdi øllum. Við væluppløgdu Arnoldi Joensen og John Hansen [...] norðanfyri, har hann nú er triðja árið á rað. Enn er tað bert blivið til eitt silvurmerki í 1996, men sum nú er eigur KÍ at fáa einki minni enn tað sama í ár. Spurningurin er so, um klaksvíkingar megna
Hóast veðrið hevur verið til vildar og nógv fólk hava verið í býnum um vikuskiftini seinastu tíðina, so hevur tað ikki verið orsøk til at løgreglan hevur fingið nógv eykaarbeiði, tíbetur. Og hetta vikuskiftini [...] vikuskiftini var ikki øðrvísi í so máta. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tað einasta sum teir hava fingið fráboðan um hetta vikuskifti var eitt slagsmál uttan fyri ein ølklubba. Tveir mans
Eins og í hinum »stórbýnum« í landinum var tað friðarligt í Klaksvík um vikuskiftið hóast góða veðrið gjørdi sítt til at nógv fólk var í býnum. Okkurt smávegis herverk var kortini framt. Løgreglan hevur [...] hevur fingið boð um at onkur rútur er brotin og teir hava verið á staðnum og hava eisini skrivað frágreiðing í málinum. Ein bilførari er eisini tikin fyri at koyra við kenning. Blóðroynd varð tikin av føraranum [...] løgregluni seinni. Annars fegnast vakthavandi á støðini í Klaksvík um at fólk nú í longri tíð hava verið so hampulig.
skikkað sær júst farna vikuskiftið. ? Her hevur verið so púra friðarligt. Alt hevur verið uppá tað allarbesta, sigur vakthavandi á støðini á Tvøroyri. ? Tað ringasta sum hendi var at TB tapti í Sumba, sigur
í Vágum. ? Tað hevur verið sera friðarligt her vesturi í longri tíð, og tað sær tíbetur út til at halda fram, sigur hann víðari. Men tað merkir ikki at løgreglan í Vágum trillar tumlar. Tað er stórt virksemi [...] vesturi. ? Tað er altíð onkur til arbeiðis um vikuskiftini, tí tað koma fleiri flogfør og nógv ferðafólk um dagin og tá eru vit til arbeiðis, sigur vakthavandi. Og tað er einki at ivast í, at tað er hugaligari