Løgreglutíðindi: Púra friðarligt í Suðuroy

Suðuroyingar hava skikkað sær avbera væl seinastu tíðina

Løgreglumanningin á Tvøroyri letur væl at hvussu suðuroyingar hava skikkað sær júst farna vikuskiftið.

? Her hevur verið so púra friðarligt. Alt hevur verið uppá tað allarbesta, sigur vakthavandi á støðini á Tvøroyri.

? Tað ringasta sum hendi var at TB tapti í Sumba, sigur hann og flennir.