Eins og í hinum »stórbýnum« í landinum var tað friðarligt í Klaksvík um vikuskiftið hóast góða veðrið gjørdi sítt til at nógv fólk var í býnum.
Okkurt smávegis herverk var kortini framt. Løgreglan hevur fingið boð um at onkur rútur er brotin og teir hava verið á staðnum og hava eisini skrivað frágreiðing í málinum.
Ein bilførari er eisini tikin fyri at koyra við kenning. Blóðroynd varð tikin av føraranum og hann frættir aftur frá løgregluni seinni.
Annars fegnast vakthavandi á støðini í Klaksvík um at fólk nú í longri tíð hava verið so hampulig.