? Eg havi einki til tín, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Vágum.
? Tað hevur verið sera friðarligt her vesturi í longri tíð, og tað sær tíbetur út til at halda fram, sigur hann víðari.
Men tað merkir ikki at løgreglan í Vágum trillar tumlar.
Tað er stórt virksemi á flogvøllinum, sum sjálvandi er ein partur av virksøkinum hjá løgregluni har vesturi.
? Tað er altíð onkur til arbeiðis um vikuskiftini, tí tað koma fleiri flogfør og nógv ferðafólk um dagin og tá eru vit til arbeiðis, sigur vakthavandi.
Og tað er einki at ivast í, at tað er hugaligari at arbeiða við fróum ferðafólki enn við fullum fólki, sum berjast, í vikuskiftunum.