vit so eisini at hava eyguni eftir Danmark og Bretlandi, sum náttúrligir partnarar í menningini av eini komandi oljuvinnu. HÓAST einki ítøkiligt varð lagt fram undir Noregsferðini um samstarv, so vita [...] hava sett fram ynski um, at føroyskar fyritøkur longu nú kunnu sleppa upp í part, tá ræður um at framleiða og lata tænastur til ta stóru oljuvinnu, sum longu er í Noregi. Tað hevði gagnað øllum, um tað longu [...] at lata vørur og tænastur til eina oljuvinnu her um okkara leiðir. Tað hevði eisini verið hugaligt, um tað onkursvegna kom eitt ítøkiligt norskt útspæl um, hvussu teir kunnu hugsa sær eitt útbygt samstarv
hugsa sær, tað er eins nógv sum tveir pensionistar fáa at liva av um árið. Fólkapensiónin er kr. 3.600 um mánaðin fyri hvønn, tá talan er um hjún. Henda upphædd hevur verið óbroytt í nógv ár og als ikki [...] mál. Neyvan er tað nøkur hungursløn talan er um. Til dømis fær tingmaður, ið býr heldur óhøgliga fjart frá Havnini, viðbót fyri tað, einar 80.-90.000 kr. um árið, skattafrítt, hóast viðkomandi í mongum [...] Einki prógv finst fyri, at hægri løn gevur betri arbeiðsúrslit. Besta regulering í so máta er løn eftir avrikum. Í so máta hava okkara politikarar sera lítið at reypa av. Samanbera vit okkum við t.d. Danmark
meiningar verða um hetta álit - og soleiðis eigur tað at vera. Eins og hjá løgmanni er tað trupult hjá politikarum beinanvegn at gera niðurstøður út frá álitinum, tí tað er so rúgvusmikið, og har eru so nógv fyrilit [...] skal vera. Tað eru helst ikki tveir føroyingar, sum eru ósamdir um, at 50 kommunur er ov nógv til okkara lítla samfelag - í øllum førum, um vit vilja hava kommunur, sum hava møguleikar fyri at gera eitt [...] leggur hetta bara størri ábyrgd á politikarar okkara um at gera skipanir, soleiðis at vit á annan hátt bjarga smáplássunum. Hetta verður tá ein spurningur um, hvussu nógv samfelagið vil gjalda til tess at varðveita
fríggjadagin, so hvørt tað leið út á dagin, og mánadagin við, var ein fráboðan um hvussu tann komandi dialogurin fer at ganga. Sjálvt um løgmaður óivað hevði eina aðra adressu í huganum, so má eg tó fult [...] fara undir at fyrireika og taka upp realitetssamráðingar um ein millumlandasáttmála, sum síðan skal leggjast fyri tingið, so at hesar samráðingar um at skipa Føroyar sum eitt fullveldi kunnu byrja longu nú [...] avgerðir, sum samgongan annars einsamøll er samd um frammanundan - ella kanska bert partar av samgonguni. Tað er neyvan nakar ivi um, at tvíheldur landsstýrið um sína mannagongd og fer at trumfa sín vilja ígjøgnum
hugtakandi og hugvekjandi yrkingar - bæði um náttúruna og um kærleika - ja um lívið alt. Men tað, sum hann brendi fyri - ja tað, sum lív hansara mest snúðið seg um var næstrakærleiki og solidaritetur ímillum [...] uppskot um sjálvstøðuga føroyska umboðan, og tað førdi til, at gongd kom á málið. Nevnd varð sett og danski statsministarin Jens Otto Krag tók heilhugaður undir. Broyting kom so í í 1969 - um ikki so víðgongd [...] varð hildin á Tvøroyri 14. Og 15. August, segði Thomas Michael Smith hetta um P. M. Dam Inngangur Tað er so ómetaliga nógv at siga um Petur Mohr Dam. Tað, sum eg fyrst og fremst havi hug at minnast hann fyri
plagar at vera, og sjálvt um tað gekk eitt sindur striltið, so eydnaðist tað at fáa uppflytingina til høldar. Spurningurin um næstfremsta plássið og harvið møguleikan at spæla um uppflyting er ikki avgreiddur [...] Skála og Strendur eru um veturin hondbóltsbygdir. Tær standa saman um 1. deildarliðini hjá St.ÍF - bæði hjá monnum og kvinnum. Um sumrarnar ganga tey heilt nógv uppí kappróður. Tey á Skála hjálpa viðhvørt [...] verið nú í fimm ár. Artur Johansen, sum um vetrarnar er ein av stuðulsspælarunum hjá St.ÍF, hevur tikið sær av venjingini. Teir hava vant tvær og tríggjar ferðir um vikuna, sum er væl meiri, enn teir flestu
kanska ikki eru so illa fyri. Vit tekna, hava vendispøl, lesa eina bók og so spyrji eg tey ymiskt, sum tey so skulu svara aftur uppá. Tað skal vera so positivt sum møguligt, - eg finni fram til tað børnini [...] Havnin er vorðin so stór og so nógvir dagstovnar eru komnir, verður tað í framtíðini soleiðis, at børn við talu- og máltrupulleikum koma á Sernámsfrøðiligu Ráðgevingina í talubólk eina ferð um vikuna í tveir [...] foreldrunum um at geva barninum hugtøk, verður gloppið so øgiliga stórt. Tí eigur barnagarðurin at leggja seg eftir at gera nøkur ting, sum foreldrini annars gera heima, sigur Doris Hansen. So yvirtekur
heilt so ójavnur, sum tølini vísa, men hvørja ferð Krisjan hevði »game point«, var Jóhan ósvikaliga tryggur, soleiðis at ivi ongantíð bleiv um úrslitið. Jón hevði í sínari helvt av kappingini so frægar [...] ferðin var minni, spælt sera trygt, men hann er ikki í somu venjing sum Jón í løtuni. Javnt gekk á fram til 2-2 í fyrsta setti, og Jóhan hevði við støðuni 0-40 tríggjar møguleikar at »breaka«, men Jón seg [...] Føroya Brunatrygging hevði latið, vórðu handað vinnaranum og nummar 2. Kappingarnar í tvímansleiki fara fram nú, og FM-ungdómskappingarnar byrja fyrsta dagin. Her verður spælt í aldursbólkum til og við 13 ár
Oyggjaleikirnar, er hetta sera keðiligt, tí miðað verður eftir at leggja ítróttargreinirnar so tætt saman sum møguligt, so bæði íðkandi og áskoðarar kunnu ganga ímillum tey ymisku kappingarstøðini, tí øll vilja [...] trupulleikin er bert tann, at umbyggingin tekur 15 mánaðir, umframt at tað tekur hálvt ár at projektera, so umbyggingin byrjar ikki fyrr enn í mars ella apríl, bert einar 3 mánaðir fyri Oyggjaleikirnar. Sol [...] tí tað var í ringum standi, og sagt varð, at tað kundi ikki góðtakast av starvsfólkunum at halda fram í tí vánaliga umhvørvinum. Luftútskiftingin í svimjihøllini var út av lagi vánalig, og harafturat
sjálvt um verkini eru rapporterað. Hann sigur, at talan má vera um onkra misskiljing. ? Tað kann møguliga vera, at ein ? hægst tvær ? rapportering kemur ikki rætt fram av misgávum, sum vit so mugu fáa [...] Tað er ósamsvar millum tølini hjá Koda og útvarpinum, tá talan er um, hvussu stórur partur av tónleikinum, sum ÚF spældi í 1997, var føroyskur. Koda sigur 17 prosent. ÚF sigur 24 prosent. Í svarskrivi [...] at 24 prosent av tónleikinum í ÚF í 1997 var føroyskur. Tølini frá Koda vísa hinvegin, at talan var um 17 prosent. 2. september skrivar Jógvan Jespersen í Sosialinum: »Í greinini í Sosialinum fríggjadagin