Tað er einki at ivast í, at ymsar meiningar verða um hetta álit - og soleiðis eigur tað at vera. Eins og hjá løgmanni er tað trupult hjá politikarum beinanvegn at gera niðurstøður út frá álitinum, tí tað er so rúgvusmikið, og har eru so nógv fyrilit at taka.
Eitt er talið á kommununum - hvussu stórt tað skal vera. Tað eru helst ikki tveir føroyingar, sum eru ósamdir um, at 50 kommunur er ov nógv til okkara lítla samfelag - í øllum førum, um vit vilja hava kommunur, sum hava møguleikar fyri at gera eitt munagott arbeiði - nærsamfelagnum at gangi.
Hinvegin skerst ikki burt, at smáu kommunurnar hava ein trupulleika. Vit hoyrdu eitt nú bygdarráðsformannin við Gjógv siga, at hendan ætlanin, sum nú varð løgd fram - nærmast var ein deyðadómur fyri smáplássini. Og tað kann hann av røttum siga, tí miðsavnanin verður at størru plássunum - og helst eisini sum bygdarráðsformaðurin í Gøtu sigur í blaðnum í dag, at fólkið fyrst fer at flyta til størsta plássið í teimum sjey kommununum.
Men hetta er kortini ikki nóg mikið til tess at siga, at ætlanin má vrakast. Hinvegin leggur hetta bara størri ábyrgd á politikarar okkara um at gera skipanir, soleiðis at vit á annan hátt bjarga smáplássunum. Hetta verður tá ein spurningur um, hvussu nógv samfelagið vil gjalda til tess at varðveita búsetingarmynstrið í landinum.
Ein annar eymur spurningur hevur verið um kommunalu útjavningina. Í álitinum verður nortið við bæði útreiðslujavning og inntøkujavning. Hetta verður sera trupult at fáa semju um, men at vit øll í felag skulu gjalda fyri lógarbundnu útreiðslurnar av samfelagnum - eisini kommununum, tað er sjálvandi í lagi, men ringt verður at fáa semju um, at kommunur skulu lata av vinninginum til aðrar kommunur, ið ikki hava stóran vinning.
Við vælaarbeiðinum, sum Kommununevndin hevur lagt fram, eru lunnar lagdar undir eitt neyðugt kjak, sum skal fara fram í samfelagnum øllum, og vit vilja gera okkara til at hýsa øllum sjónarmiðum, so vit í felag finna bestu loysnina










