Í dag er væl umtókt og alment góðtikið, eisini í Føroyum, at útboð og eftirspurningur avgera prísin. Mær kunnugt hevur aldri staðist á, at fingið fólk, ið bjóða seg fram sum valevni, tá nýtt løgting skuldi veljast, heldur tvørturímóti.
Eitt gott hugskot hevði helst verið at gjørt almenningin kunnugan við, hvussu lítið tingmenn og landsstýrismenn fáa í løn frá tí almenna, alt íroknað, t.d. samsýningar fyri nevndararbeiði og aðrar samsýningar, áðrenn nakað verður gjørt við hetta mál. Neyvan er tað nøkur hungursløn talan er um.
Til dømis fær tingmaður, ið býr heldur óhøgliga fjart frá Havnini, viðbót fyri tað, einar 80.-90.000 kr. um árið, skattafrítt, hóast viðkomandi í mongum førum helst býr í høvuðsstaðnum hjá familju ella kenningum.
At hugsa sær, tað er eins nógv sum tveir pensionistar fáa at liva av um árið.
Fólkapensiónin er kr. 3.600 um mánaðin fyri hvønn, tá talan er um hjún. Henda upphædd hevur verið óbroytt í nógv ár og als ikki prístalsregulerað, hóast útreiðslur til sjúkrakassa, útvarps- og sjónvarpsgjald o.a. eru hækkaðar munandi. Sostatt er fólkapensiónin alsamt minkandi.
Sum flestum kunnugt gjalda danir helmingin av fólkapensiónini, henda kemur eisini upp í nógv umtalaða »blokkin«. Danir hava prístalsviðgjørt teirra fólkapensiónir, sostat kemur danski parturin hækkaður upp í »blokkin«. Enn hava fólkapensionistar í Føroyum einki fingið.
Ein kann freistast at spyrja: Er tað hesin peningur, ið tingmenn ætla at hækka egnu løn sína við?
Einki prógv finst fyri, at hægri løn gevur betri arbeiðsúrslit.
Besta regulering í so máta er løn eftir avrikum. Í so máta hava okkara politikarar sera lítið at reypa av.
Samanbera vit okkum við t.d. Danmark, eru vit 21 ferðir meira umboðaðir á løgtingi, enn danir á fólkatingi, í mun til fólkatalið.
John Petersen, fiskimálaráðharri hevur tosað nógv um størri umsetiligheit við fiskivinnuni. - Hvat við størri umsetiligheit við tingmanningini???
Takk fyri upptøkuna.
Eiko Apol










