sól. Prísurin á laksi hevur verið í botni, men nú síggja marknaðarútlitini eitt sindur bjartari út. Trupulleikin er ILA, ið liggur sum ein kleppur um beinini á alivinnuni. ? Útlitini eru út av lagi vánalig [...] komandi ár, men fyri at vit sleppa at vera royndarøki fyri einari koppsetingarætlan setir ES hørð krøv, sum vit royna at eftirlíka. Fyrr enn tað er komið upp á pláss, kunnu vit ikki rokna við at sleppa [...] Djurholm. Vinnan positiv Vit skulu vísa, at vit veruliga ætla at niðurberja ILA. Ætlanin, sum Landsdjóralæknin nú hevur orðað í einari kunngerð, gongur undir hesar treytir. Kunngerðirnar eru tvær í tali. Onnur
so galið. - Vit hava alla tíðina trúð upp á okkum sjálvar, og tað gera vit framvegis nú vit hyggja fram ímóti dystinum móti NSÍ sunnudagin, sigur skaddi liðformaðurin hjá EB/Streymi, Egil á Bø. [...] Egil á Bø júst hevur fingið, er lagið gott á honum. - Vit spældu ein fínan fyrra hálvleik, har vit vóru rættiliga ágrýtnir. Seinni hálvleikur var merktur av óruddiligum spæli, men eg haldi, at vit høvdu [...] møgulig gummibein á Mølini, men hesum vísir liðformaðurin hjá EB/Streymi aftur. - Nei, her eru als ongi gummibein. Vit byrjaðu seinnu hálvu við nøkrum strævnum dystum, har vit fyrst vinna á KÍ í Klaksvík,
Eftir tveir sigrar á útivølli eru klaksvíkingar nú í Suðuroy, har setningurin er at vinna ímóti Suðringum. Í fyrsta heimadystinum taptu Suðringar 4-0 á heimavølli ímóti NSÍ. Talan var um uppreisn, tá ið [...] at vinna 2-1 á útivølli ímóti 07 Vestur. Seinnapartin verður aftur talan um stóra avbjóðing á heimavølli, tá ið KÍ, sum er einasta liðið við fullari úrtøku, verður gestur við Stórá. -Vit skulu halda okkum [...] spælætlanina hjá venjaranum Glenn Ståhl og ikki gera mistøkini í uppspælinum, sum vit vóru sektaðir fyri ímóti NSÍ. Um vit eru tilvitaðir um tað, so fer tað vónandi at bera gott úrslit við sær, men talan verður
sæst á støðutalvuni, at tvørámenn eru ikki væl fyri. Teir vóru komnir norður til Gøtu fyrst og fremst at varðveita tað stigið, sum teir høvdu, og teir spældu seg til onkran málmøguleika. Eitt nú kom Sasha [...] var eitt lítið korter gamalt, og tað tóktist sum um fjáltur var á teimum gulu, ið ikki fingu spælið at flóta. Eftir at teir vóru komnir upp á 2-0, var útselt hjá TB spælarunum, og so hevði GÍ fleiri møguleikar [...] kappaðust leygardagin innanhýsis í Gøtu, samstundis sum norðmenn og italiumenn tókust í Fraklandi. Tað sást á áskoðarafjøldini, og tað er einki at liggja omaná, at hjá teimum, sum bæði síggja snillingarnar í s
tann, at hann fekk ikki tíð at svarað við teirri stuttu tilmáldu tíðini, hann fekk á røðarapalinum. Men svarið upp á spurningin, sum hann var settur, er stutt og greitt: »Ja«, sigur løgmaður. Sum lógin [...] dælt av. Verður ikki loyvt Men tað fer landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum nú at broyta, sigur løgmaður. Nýggj lóg er á veg, og har verður hædd tikin fyri, at sonevndir kvotabarónar ikki sleppa at sita [...] ni við vinningi av at selja fiskiloyvi skal gerast ólóglig, sigur løgmaður. Nýggj fiskivinnulóg er á veg, og har verður tann møguleikin tikin burtur. Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, hevur í samband
Fólkaflokkin í Havn, sum á uppstillingarfundi hjá Havnar Framburðsfelag í næstu viku fer at boða frá, at hann fegin stillar upp aftur á býráðsvalinum hesaferð. Birgir Nielsen stillaði á fyrsta sinni upp til [...] hjá Fólkaflokkinum og mær eru stórt sæð tey somu, sum til síðsta val. Eg ynski eina kommunu, har frælsi hjá tí einstaka er í hásæti, og okkara borgarar og vinnulív skulu trívast á øllum økjum, ja líka frá [...] dent á til valið, sigur Birgir Nielsen. – Men eg kann nevna, at eg við fullum huga havi stuðlað øllum málum í býráðnum, sum hava økt um bústaðarmøguleikar til okkara yngri familjur í kommununi. Nú verða
løtuni eru á Flemish Kap saman við Kambi, eru Klakkur og Váðasteinur. Klakkur frystir og Váðasteinur, sum nú er á øðrum túrinum higartil í ár, ísar fiskin. Vánalig veðurlíkindi Henda dagin, vit skiftu [...] byrjaðu fiskiskap á Flemish Kap á fyrsta túri í ár. Teir fyrstu dagarnar var nógvur fiskur at fáa og Mortan Mortensen, skipari, segði, at tað stóð á at frysta. Kambur var fleiri túrar á Flemish Kap í fjør [...] at gera, og vit vóna allir, at fiskur verður aftur at fáa, áðrenn langt um líðir. Skiparin á Kambi tóktist eisini eitt sindur órógvaður av, at føroysku djúpvatnstrolararnir, sum eru á Flemish Kap,
Gudi, sum vit takka hjartaliga fyri. Men nú brestur fyri mær, tá ið eg hugsi um tíðina saman við Ólavi, tær undurfullu løtur saman á Akri Guds, bæði á sjógvi og landi, kanska serliga umborð á Norrönu, fyrst [...] fyrst um borð á tí gomlu, síðan nú á tí nýggju. Bert tey, sum kendu Ólav, skilja, hvat eg tosi um, hvussu Ólavur var, tá ið á stóð at boða evangeliið. Hansara stilla sinni og stóra dirvi, tað eru góð minni [...] borð á Norrönu, tann kraftin, hann hevði at syngja, og vitnisburður hansara var so hjartaligur og ikki minst smíl hansara til at taka samtalur og mangt annað, sum vit standa spyrjandi fyri í dag, nú hann
heimaftur. Í løtuni eru 2500 føroyingar undir hægri lestur og av teimum eru 1600 uttanlands. Av teimum, sum eru uttanlands, eru yvir 1300 í Danmark - Av teimum royndum, vit hava, vita vit, at av teimum 1600 [...] støðan er beint nú, sær út til, at vit missa 800 ungfólk úr Føroyum. Tað er dapri spádómurin hjá Sigurð í Jákupsstovu, rektara á Fróðskaparsetrinum. Hann er í Norðurlandahúsinum beint nú, har ætlanin um [...] føroyingunum, sum eru uttanlands og lesa, koma 800 ikki aftur. - Tað er ein øgiligur missur fyri samfelagið, sigur hann. Hann sigur, at nógv dømi eru um, at tey samfeløg, sum eru í vøkstri, eru tey, sum leggja
so kunnu vit aftur liva at lív, sum vit minnast tað áðrenn smittan fór at gera um seg. Í løtuni verður roynt at fáa so nógv sum gjørligt at koppseta seg fyri triðju ferð og í Danmark eru tey nú farin at [...] áðrenn, og tí er eru vit á veg ímóti betri tíðum, har korona kann samanberast við influensu, sigur heilsustýrið í Danmark. Tey vænta, at um einar tveir mánaðir fer at hæsa av, og so fáa vit eina støðu, har [...] at tað kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri fólk, sum eru so veik, at tey ikki tola at verða sjúk. Men tey siga eisini, at hóast smittutølini eru øgiliga høg í løtuni, er gongdin við at vendast. Omikron