Nøkur orð til familjuna á Váli

Nøkur orð til familjuna á Váli, sum eru so hart roynd hesar dagar.

Fyrst vil eg nevna gleðistundina afturi undir gallarínum niðan eftir í Betesda, tá ið Líggjas á Váli í 1943 fortaldi mær og okkum um JESUS Kristus og Orðið greip mítt hjarta, so eg mátti bróta Líggjas av og reisti meg upp og takkaði fyri frelsuna, við míni stamandi tungu, takka Jesusi fyri, at Hann doyði fyri meg á Golgata krossi. Hetta bleiv mín frelsudagur.

Líggjas og eg gjørdust lívsvinir. Seinni komu Anna og børnini inn í myndina. Tað rann væl saman millum húsini. Mong ferðin varð gjørd við evangeliinum runt landið. Bert ævinleikin veit, hvussu mangar sálir eru náddar inn um himmalsins portur av vitnisburðinum hjá Líggjasi og hansara húsi. Tó eigur Harrin alla æruna fyri tað, so vit kunnu takka Gudi, at hesar oyggjar hava átt slíkar sangarar. Tað er ein gáva frá Gudi, sum vit takka hjartaliga fyri.

Men nú brestur fyri mær, tá ið eg hugsi um tíðina saman við Ólavi, tær undurfullu løtur saman á Akri Guds, bæði á sjógvi og landi, kanska serliga umborð á Norrönu, fyrst um borð á tí gomlu, síðan nú á tí nýggju. Bert tey, sum kendu Ólav, skilja, hvat eg tosi um, hvussu Ólavur var, tá ið á stóð at boða evangeliið. Hansara stilla sinni og stóra dirvi, tað eru góð minni at eiga. Tá ið eg fekk boðini, at Ólavur var farin inn í dýrdina, kendist tað sum ein stór eik var rivin upp við rót, øll møtini um borð á Norrönu, tann kraftin, hann hevði at syngja, og vitnisburður hansara var so hjartaligur og ikki minst smíl hansara til at taka samtalur og mangt annað, sum vit standa spyrjandi fyri í dag, nú hann er farin.

Og góða Anna, orð røkka stutt og eru so fátæk, men eg vil í kvøld saman við familju okkara taka um tykkum í sorgini og biðja tann almektiga Gud senda tykkum troyst, styrki og gleði. Tað verður ikki leingi, til vit síggjast afturí tí himmalska landi, har Harrin skal turka hvørt tár av eygum okkara. Deyðin skal ikki verða longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur, tí hitt fyrra er farið. Opinb. 21.4.

Harrin signi tykkum øll. Bestu heilsanir við Sálm. 111.6.

Gretha og Levi Joensen