Tað er tátt í Trongisvági

KÍ hevur nýggjan mann í miðverjuni, nú klaksvíkingar fyri triðju ferð í ár skulu royna seg á útivølli

Eftir tveir sigrar á útivølli eru klaksvíkingar nú í Suðuroy, har setningurin er at vinna ímóti Suðringum.

 

Í fyrsta heimadystinum taptu Suðringar 4-0 á heimavølli ímóti NSÍ. Talan var um uppreisn, tá ið tað eydnaðist at vinna 2-1 á útivølli ímóti 07 Vestur.

Seinnapartin verður aftur talan um stóra avbjóðing á heimavølli, tá ið KÍ, sum er einasta liðið við fullari úrtøku, verður gestur við Stórá.

-Vit skulu halda okkum til spælætlanina hjá venjaranum Glenn Ståhl og ikki gera mistøkini í uppspælinum, sum vit vóru sektaðir fyri ímóti NSÍ. Um vit eru tilvitaðir um tað, so fer tað vónandi at bera gott úrslit við sær, men talan verður um stóra avbjóðing ímóti KÍ, sigur miðvallarin Stefan Radosavljevic, sum skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum í Sørvági.

 

Tá ið næstbesta liðið páskaaftan vann fyrsta stigið í málleysum javnleiki á heimavølli ímóti Giza Hoyvík, spældi Poul Ingason allan dystin á tamb. Harvið verður hann ikki millum teir fyrstu ellivu ídag.

 

Áðrenn klaksvíkingar fóru suður í gjárkvøldið, vandu teir í Klaksvík, har tað var neyðugt at rudda kava av einum parti av vøllinum fyri at tað skuldi bera til at venja. Í Suðuroy er eingin kavi, og harvið verður eingin trupulleiki at spæla fótbólt í Trongisvági seinnapartin.

-Tað er altíð stór avbjóðing at spæla í Suðuroy, og vit eru greiðir yvir, at tað skal leggjast nógv fyri. Sjálvandi fegnast við um, at tað í tveimum teimum fyrstu dystunum – á útivølli ímóti HB og NSÍ – er eydnast at vinna fulla úrtøku, men í dag hevur hetta einki at siga. Nú hava vit bara fokus á at spæla ímóti Suðringum, sigur Jóannes Bjartalíð.

 

Verjuspælarin Marko Dusak er tøkur eftir skaðasteðg, sum er orsøk til, at hann ikki hevur spælt higartil í landskappingini. Jákup B. Andreasen er skaðadarvaður og verður ikki við ídag. Møguleiki er fyri, at Hørður H. Askham verður fluttur úr miðverjuni og fram á miðvøllin.

Ólavur Niclasen og Hákun Edmundsson venja aftur. Ísak Simonsen er framvegis skaddur, og nú er Kristoffur Jakobsen eisini á skaðalistanum.