Fiskiloyvi
Spekulatióni við vinningi av at selja fiskiloyvi skal gerast ólóglig, sigur løgmaður. Nýggj fiskivinnulóg er á veg, og har verður tann møguleikin tikin burtur.
Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, hevur í samband við fyrstu viðgerð av fíggjarlógini spurt løgmann, um tað er loyvt at selja fiskiloyvi, sum persónur ella skip hava fingið frá landsstýrinum. Vilhelm Johannesen hevur sett spurningin tvær ferðir í tinginum, uttan at hava fingið svar, segði hann á tingfundi mikudagin.
Tað er loyvt
Anfinn Kallsberg, løgmaður, sigur í viðmerking, at grundin til, at hann ikki svaraði Vilhelmi Johannesen, tá hann setti spurningin fyrstu ferð, er stutt og greitt tann, at hann fekk ikki tíð at svarað við teirri stuttu tilmáldu tíðini, hann fekk á røðarapalinum.
Men svarið upp á spurningin, sum hann var settur, er stutt og greitt: »Ja«, sigur løgmaður.
Sum lógin um vinnuligan fiskiskap er orðað í dag, ber væl til at ríka seg upp av at selja fiskiloyvi, sum ein hevur fingið fyri einki.
Tá skip verða seld í dag, hava tey at kalla einki virði, um ikki veiðiloyvi og harvið eisini fiskiloyvi fylgir við.
Talan er um tvey loyvi, sum gera, at fiskast kann við skipinum. Fyrst eitt veiðiloyvi, sum gevur rætt til yrihøvur at hava reiðskap í sjónum. Síðan eitt fiskiloyvi, sum skal fylla veiðiloyvið út. Tað vil siga at geva ásetta talið av fiskidøgum.
Tá hesi loyvi eru fingin, hevur veiðifarið virði og kann verða handlað fyri nógv meira, enn sjálvt skipið í veruleikanum er vert. Og tí hava summir ivaleyst gjørt sær dælt av.
Verður ikki loyvt
Men tað fer landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum nú at broyta, sigur løgmaður. Nýggj lóg er á veg, og har verður hædd tikin fyri, at sonevndir kvotabarónar ikki sleppa at sita og ríka seg upp av slíkum handli.
Í nýggju lógini fer framvegis at vera gjørligt at handla við skipum á sama hátt sum í dag. Tað vil siga, at tey verða seld við loyvum.
?Annars ber als ikki til at sleppa av við eitt skip, sigur løgmaður. Men tann, sum selir skip og loyvi, kemur undir heilt aðrar og harðari treytir, enn gjørt verður í dag.
Nýggja lógin fer at siga, at verða skip og loyvi seld, skal allur vinningur av hesum koma vinnuni sjálvari aftur til góðar. Tað vil siga, at teir skulu setast í aftur onnur skip. Tað veri seg nýtt ella størri.
Verður hinvegin selt fyri at sleppa sær burtur úr vinnuni, skal avgjald leggjast á vinningin, soleiðis, at peningur, sum vunnin verður av almennari ogn, ikki bara verður stungin í lumman.
Í dag er vinningur av sølu av fiskiloyvum skattafríur. Tað er ein merkilig niðurstøða, sum onkur er komin til, sigur løgmaður, ið ikki rættiliga dugir at skilja hana.
Grundgevingin skal vera, sigur hann, at tað er ikki loyvt at selja fiskiloyvi, og tí heldur ikki ber til at skatta vinningin.
Men vit vita, at fiskiloyvi verða seld, hóast tað bara eitur, at skipini verða seld fyri ein prís, sum er kunstiga skrúvaður upp.
?Tað er verri enn so nóg gott og verður eisini broytt í nýggju lógini um vinnuliga fiskiskap, sum ætlandi kemur í gildi á nýggjárinum, lovar løgmaður.










