Alivinnan fær skrappan kost

Ein ætlan er í umbúna fyri alivinnuna, sum hevur við sær, at firðir javnan skulu leggjast brakk. Ættarliðini av alifiski skulu skiljast sundur. Samstundis verður eftirlitið hert. Eitt nú fáa alibrúkini vitjan av Heilsufrøðiligu hvønn einasta mánað

ALIVINNA
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo

ILA hevur kostað føroyska samfelagnum 200 milliónir krónur. Tað eru turru og talandi tølini, sum Havbúnaðarfelagið er komið til, eftir at ein kreppubólkur hevur kannað alivinnuna. Samstundis kann staðfestast, at øll eginogning í alivinnuni, sum fyri tveimum árum síðan var 500 milliónir krónur, er horvin sum døgg fyri sól.
Prísurin á laksi hevur verið í botni, men nú síggja marknaðarútlitini eitt sindur bjartari út. Trupulleikin er ILA, ið liggur sum ein kleppur um beinini á alivinnuni.
? Útlitini eru út av lagi vánalig, og tað kemst fyrst og fremst av ILA. Eg eri bangin fyri, at vit eru noydd at góðtaka ein álvarsligan niðurberjingarkur fyri at koma undan við lívinum. Verður ILA-sjúkan ikki bast, vil eingin seta pengar í føroysku alivinnuna, og alivinnan sjálv hevur ikki pengarnar, sum skulu til, sigur Atli Gregersen, næstformaður í Havbúnaðarfelagnum.
Og tað er júst ein álvarslig niðurberjingarætlan, ið liggur í kortunum frá almennari síðu. Vinnumálaráðið hevur sent tvær kunngerðir til hoyringar hjá Havbúnaðarfelagnum.

Skrappur ES-kostur
ILA er ein virus, sum til ber at koppseta ímóti. Men trupulleikin hevur verið, at ES ikki vil hoyra talan um koppseting. ILA er á lista 1 hjá ES yvir sjúkur. Munn- og kleyvsjúkan er á sama lista. Talan er um sjúkur, sum ES ikki vil liva við, og tí verða tiltøk ikki góðtikin, har lív verður hildið í sjúkuni.
Føroyingar hava søkt ES um loyvi at koppseta fyri ILA, men treytin er, at vit lúka nakrar treytir fyrst. Og vit noyðast at ganga undir teirra krøv, tí mest sum allur okkara laksur verður útfluttur á evropeiska marknaðin. Tað er hesum, sum kunngerðirnar royna at ganga á møti.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, vil ikki siga so nógv um kunngerðirnar enn, tí tær helst verða broyttar ávegis.
? Eg havi biðið Fíggjarmálaráðið um tvær milliónir krónur til koppseting komandi ár, men fyri at vit sleppa at vera royndarøki fyri einari koppsetingarætlan setir ES hørð krøv, sum vit royna at eftirlíka. Fyrr enn tað er komið upp á pláss, kunnu vit ikki rokna við at sleppa at koppseta, sigur Bjarni Djurholm.

Vinnan positiv
Vit skulu vísa, at vit veruliga ætla at niðurberja ILA. Ætlanin, sum Landsdjóralæknin nú hevur orðað í einari kunngerð, gongur undir hesar treytir. Kunngerðirnar eru tvær í tali. Onnur er ein rakstrarkunngerð, har Føroyar millum annað verða býttar upp í aliøki og sigur, hvussu ein alistøð skal rekast. Hin er ein ILA-kunngerð, har eftirlitið við alibrúkunum verður hert munandi.
? Vit eru svangir eftir at sleppa at vaksinera og vilja svølgja kamelar, men um tað er so rabiat, at tað gongur út yvir vanligan bóndafornuft, so kunnu vit ikki. Vit kunnu ikki fara so harðliga fram, at vit eisini útrudda alivinnuna, tí so er onki vunnið, sigur Atli Gregersen.

Skilja ættarlið
Rakstrarkunngerðin snýr seg um at skilja ættarliðini av alifiski sundir. Føroyar verða býttar upp í 24 aliøki. Firðir skulu alast tómir og síðan leggjast stillir at hvíla, áðrenn smolt kann setast útaftur, so smittan er heilt burtur.
Siga vit, at smolt verður sett út á vári 2004, so byrja alarar at slakta á heysti í 2005. Á ólavsøku í 2006 er liðugt at slakta, og so skal fjørðurin leggjast brakk. Er einki ILA staðfest, skal hann liggja í tveir mánaðir, áðrenn setast kann útaftur. Eru spor eftir ILA, skal hann liggja í seks mánaðir, so ILA-smittan er úr umhvørvinum. Sum skilst eru stórir partar av vinnuni við upp á hesa ætlan.

Eitt heilsupoliti
Hin parturin av ætlanini snýr seg um at herða eftirlitið við alibrúkunum munandi viðvíkjandi ILA-smittu. Talan verður um eitt heilsufrøðiligt politi, sum aktivt fer út 12 ferðir um árið.
Hvør aliringur fær sostatt vitjan eina ferð um mánaðin og fiskar verða tiknir heim til kanningar.Verður ILA funnið, so verður farið undir at slakta alt eftir einari ávísari effektivari ætlan. Uppií eftirlitinum hongur eisini eitt strangari eftirlit við, at brunnbátarnir halda seg til tær reglur, sum eru galdandi, og eitt nú ikki hava opnar ventilar.
Hesari ætlan við at gera kanningar hvønn mánað eru alarar hart ímóti, tí tað kemur at viðføra, at tú avdúkar sjúkuna langt áðrenn, hon gerst eitt hóttafall.

Ov seint
Atli Gregersen heldur tvær høvuðsorsøkir vera til, at føroyingar fullkomiliga hava mist tamarhaldið á ILA. Onnur er, at reglugerðirnar eru komnar ov seint, og hin er, at eftirlitið hevur verið ov vánaligt.
Nú skal vinnan so taka støðu til, hvat hon heldur um broytta rakstrarháttin og herdu reglurnar við eftirliti. Atli Gregersen fær ikki sagt, hvat vinnan fer at mæla til, tí tann viðgerðin hevur ikki verið enn, men hann ávarar ímóti so hørðum tiltøkum, at alivinnan verður avhøvdað.

MYNDATXT
ALIVINNAN Á VEGAMÓTI. Verður farið ov harðliga fram ímóti ILA, kann greinin sagast av, sum vinnan situr á. Verður farið fram sum higartil, so breiðir smittan seg sum ringar í vatninum. Tvær kunngerðir eru til hoyringar hjá vinnuni í løtuni, sum skulu rudda slóð fyri, at føroyingar sleppa at koppseta