Birgir Nielsen vil taka eitt tørn afturat í Tórshavnar býráð

– Tað er ongin loyna at eg í stóran mun havi stuðlað meirlutanum í Tórshavnar Býráð í teimum málunum, sum Fólkaflokkurin hevur hildið hava gagnað øllum borgarum og vinnuni í Tórshavnar Kommunu

Tað sigur Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Havn, sum á uppstillingarfundi hjá Havnar Framburðsfelag í næstu viku fer at boða frá, at hann fegin stillar upp aftur á býráðsvalinum hesaferð.

Birgir Nielsen stillaði á fyrsta sinni upp til býráðsvalið seinast, í 2020, og hann varð valdur við 192 atkvøðum – saman við Anniku Olsen, táverandi flokksfelaga, sum tó skifti til Tjóðveldi í valskeiðinum uttan at siga sessin í býráðnum frá sær. 

Tí hevur Birgir Nielsen sitið einsamallur býráðlimur fyri Fólkaflokkin, hóast Fólkaflokkurin fekk tveir limir valdar.

Fólkaflokkurin við Birgiri Nielsen var í minnilutasamstarvi ein part av setuni, men Birgir Nielsen valdi at taka seg úr hesum samstarvi og hevur síðan tikið støðu frá máli til mál.

– Hjartamálini hjá Fólkaflokkinum og mær eru stórt sæð tey somu, sum til síðsta val. Eg ynski eina kommunu, har frælsi hjá tí einstaka er í hásæti, og okkara borgarar og vinnulív skulu trívast á øllum økjum, ja líka frá vøggu til grøv. Fólkaflokkurin kemur í næstum við eini valskrá, sum fer at greiða nærri frá, hvat Fólkaflokkurin fer at leggja dent á til valið, sigur Birgir Nielsen.

– Men eg kann nevna, at eg við fullum huga havi stuðlað øllum málum í býráðnum, sum hava økt um bústaðarmøguleikar til okkara yngri familjur í kommununi. Nú verða so fleiri 100 tals grundøkir útlutað og sett til sølu í kommununi um stutta tíð. Tað eri eg glaður fyri at hava stuðlað, sigur hann

Hann vísir eisin á, at vinnan í kommununi, sum hevur nógv virksemið og arbeiðspláss, hevur eisini fingið møguleika at keypa fleiri nyggj vinnustykki til bygging, sum stórur tørvur hevur verið á.

– Tey málini sum vit kundu verið komin longri við, kann eg nevna at neyðugt er at fáa til vega munandi meira parkeringspláss í býnum. Ávíst kanningararbeiðið er í gongd í løtuni, men peningur má játtast til parkeringstunnil ella parkeringshús í býnum. Hesum vil eg sjálvsagt arbeiða fyri, sigur Birgir Nielsen.

Hann heldur, at meira peningur má setast av til at umvala og fornýggja kloakkir og vantskipanir í kommununi.

– Hetta er neyðugt og má gerast meira við, sigur hann.

– Eisini vil eg arbeiða fyri, at okkara eldru borgarar kunnu fáa ein betur møguleikar at keypa ella leiga nýggjar smærri eldraíbúðir, ístaðin fyri at sita í stórum og dýrum sethúsum.

– Á ítróttarøkinum havi eg havt ynski um, at okkara frælsi ítróttur kann fáa eina rennihøll í framtiðini, sum kann tryggja munandi betur umstøður til okkara íðkaðar í kommununi. Fleiri aðrar smærri ítróttargreinar, sum í dag ikki hava nøktandi umstøður, eiga at fáa møguleika at koma i betur hølir, sigur hann.

– Tað er onkin loyna, at Fólkaflokkurin ynskir at koma aftur í samgongu eftir eitt komandi val, sigur Birgir. Hesum vil Havnar Framburðsfelag arbeiða fyri, og vilja tey valevni, sum verða vald, bjóða seg fram at koma í samgongu og harvið at gera sína ávirkan galdandi í einum komandi býráði, sigur hann.

– Tað er mín vón, at borgarlig fólk í Tórshavnar kommunu standa saman um og stuðla Fólkaflokkinum til kommunuvalið 12. novembur, sigur Birgir Nielsen at enda.