So minkaði línufiskiskapurin á Flemish Kap

- Eg vóni, at versnaði línufiskiskapurin hevur nakað við gýtingina at gera, og vit vóna allir, at fiskur verður aftur at fáa, áðrenn langt um líðir, sigur Mortan Mortensen, skipari á línuskipinum Kambi

Tað gekk væl at fiska hjá Kam­bi, tá teir byrjaðu fiski­skap á Flemish Kap á fyrsta túri í ár. Teir fyrstu dagarnar var nógvur fiskur at fáa og Mort­an Mortensen, skipari, segði, at tað stóð á at frysta.
Kambur var fleiri túrar á Flemish Kap í fjør, men tá var talan um ísfisk - og ikki frystan fisk. Nú er fryst­i­út­gerðin tikin í nýtslu, og tað merkir, at fiskurin, sum verð­ur frystur, fyrst verður kruvd­ur og avhøvdaður.
Tá Sosialurin hitti skipar­an á Kambi fríggjadagin, læt hann ikki væl at fiski­skapi­num. Hini línuskipini, sum í løtuni eru á Flemish Kap saman við Kambi, eru Klakk­ur og Váðasteinur.
Klakkur frystir og Váða­stein­ur, sum nú er á øðrum túrinum higartil í ár, ísar fiskin.

Vánalig veðurlíkindi
Henda dagin, vit skiftu orð við Mortan Mortensen, var ill­v­eður og kalt á leiðini, og skip­ini høvdu roynt ymsa­sta­ðni.
- Vit hava umleið 140-150 tons av avhøvdaðum og fryst­um fiski. Kambur tekur um­leið 200 tons av frystum, so vit fara at royna í nakrar dagar aftrat. Eg vóni, at vers­naði línufiskiskapurin hevur nakað við gýtingina at gera, og vit vóna allir, at fiskur verður aftur at fáa, áðrenn langt um líðir.
Skiparin á Kambi tóktist eisini eitt sindur órógv­að­ur av, at føroysku djúp­vatns­trolararnir, sum eru á Flemish Kap, helst fara at stinga av við tí mesta av felagskvotuni í ár.

Orð nytta einki
Kvotan er nú hálvfiskað, og tað er einki skott í kvotuni. Fisk­að verður, til kvotan er uppi.
Landsstýrismaðurin í fiski­vinnumálum, Jacob Vester­gaard, hevur sagt, at kanska skuldi skott verið í kvotu­ni, soleiðis at ein partur er til línu - og ein partur til trol.
- Men, tað nyttar einki bara at snakka. Uttan handlingar, er ein slík útsøgn einki verd, sigur Mortan Mortensen, skip­ari.
Við seinastu uppgerð hjá Fiski­veiðieftirlitinum høvdu trol­ar­arnir fiskað stívliga 1100 tons - og línuskipini høv­du tá fiskað góð 400 tons.