hansara lívsfatan. At vit øll eru glataði, ikki í teologiskari merking, men ítøkiliga, at deyðin er okkum vísur. Fyri tí skulu vit ikki illteinkja lívið, tí ávegis til glatanina eru nógvar góðar upplivingar [...] Williami Heinesen ?Panorama med Regnbue?, sum kom út í 1972. Persónnøvnini - tey allarflestu eru kortini íspunnin - eru ikki tilvildarlig, men tvørturímóti vald við umhugsni, ofta fyri at gera eina ábending [...] einasti glottin eru skipini og teir umborð: ?Havets folk, de er som det faste gulv under fødderne, som de usvigelige dæksplanker. Det er kernen?. Og rætt hevur Óli, hóast skipini eisini eru fyri broytingum
eitthvørt út og annars eru von við at skriva. Tey ungu eru ein týdningarmikil partur í útgávuni. Hesi skulu hava ein møguleika at skriva í Braga, men tað merkir kortini ikki, at ein og hvør sleppur framat. Ritið [...] Tað eru nú nøkur ár síðani mentunartíðarritið Brá kom út. Saknur hevur avgjørt síðani verið á slíkum lesnaði, sum hetta ritið bordreiddi við, men nú eru útlit til, at nakað hendir. Føroysku útisetarnir
telefonin, har fólk spyrja um pláss ikki er. Íblástur í røttum umhvørvi Tað strandar ikki upp á at fáa nóg mikið av væl útbúnum lærarum, og í løtuni eru í øllum førum helmingurin føroyingar. Børnini eru í miðal [...] eitt ljóðføri, og royndirnar eru, at flestu teirra, ið byrja, halda fram. - Suzuki-frálæran sigur, at best er at byrja so tíðliga sum gjørligt, tað vil siga, tá ið børnini eru um 4 ára gomul til violin og [...] floytu, sigur Napoleon Nólsoy. Suzuki-hátturin byggir á ta grundfatan, at øll børn eru fødd við nógvum evnum. Fyri at menna hesi evni, eiga børnini at fáa íblástur í røttum umhvørvi. Næmingarnir læra at spæla
hyggja seg um og taka myndir. Neystadyrnar eru brotnar og bátur er eingin. Men kortini er neystið ikki óbygt. Tveir skarvsungar sita so fittir á spælinum og eru alt annað enn glaðir fyri okkara vitjan. Men [...] hefti fyri. Fyri okkum liggur lítlibátur og bíðar fyri helluni. Fólk verða flutt umborð, so hvørt, tey koma oman. Og skjótt er, at øll eru komin umborð, og ferð verður sett á motorin. Seglini duga ikki [...] upplivilsi fyri lívið. Soleiðis ferðin við Norðlýsinum til Dímunar hendan dagin. Sluppin rundaði Múlan, og fólk gjørdust alt meira hugtikin, nærri vit komu berginum. Skiparin er royndur maður, sum veit, hvat f
útbúgving fær meiri og meiri virðing millum manna, so hvørt sum fólk fáa eyguni upp fyri týdningin av hesi útbúgving. Fleiri slík dømi eru, men rúm er ikki fyri at nevna fleiri her. At nútíðarsamfelagið [...] húgvu, so var tað vanligt, at fólk ynsktu einum tilukku og spurdu, hvat fyri arbeiði, ið man ætlaði sær at fáa. Í dag er tað so, at ert tú ein nýklakt pisa, so ynskja fólk tær tilukku við húgvuni, og síðani [...] Eisini her kanst tú fáa nógvar viðmerkingar, tí nógv fólk halda ógvuliga lítið um ymsar útbúgvingar. Til dømis hevur tað leingi verið so, at fólk hava sett eina pedagog-útbúgving ógvuliga lágt, hóast
og triðju reglu eru heilrím og eru tey hesi: Føroyalandi og sandi. Somuleiðis eru endarímini trá ogfrá í fimtu og sjeyndu reglu heilrím. Í aðru og fjóðru og í sættu og áttandi reglu eru endarímini tó ikki [...] saman, meðan ljóðskyldskapur er millum bæði tey seinastu sjálvljóðini. Í øðrum ørindi eru eisini endarím, men tó eru hesi ikki bygd upp eftir somu skipan, sum tey Í fyrsta ørindi. Í øðrum ørindi er skipanin [...] andaliga lívinum. Og um ein vil, kann ein siga í tí sanna lívinum. Sjálvt um nakrar av myndunum, ið eru nýttar, eru úr forngriskari gudalæru, eri eg tó vísur í, at talan er um eina unga føroyska gentu og ein ungan
frálandavirksemi er Alex Buvik frá Oljumáladeildini. Undir verkætlanarbólkinum eru so teir mongu áhugabólkarnir, sum aftur eru sjálv kjarnin í øllum hjálpararbeiðinum undir eini vanlukku. (Sí talvu) Í dag [...] millum ymsar almennar stovnar so sum løgreglu, brunaumsjón, sjúkrahús, V & B, bjargingarfeløgini osfr. Hesi seinastu árini hevur verið arbeitt rættiliga miðvíst frá fleiri síðum at fáa eina skipaða tilbúgving [...] høvuðsábyrgdina, men sum sjálvandi arbeiðir saman við fleiri øðrum stýrum. Í sjálvum stýrisbólkinum eru aðalstjórarnir úr Fiskimálastýrinum, Heilsumálastýrinum, Vinnumálastýrinum og Landfútin. Haraftrat
okkara meting ikki serliga væl gjøgnumhugsað, tí um hugt verður eftir, hvørji fólk flyta til kommununa, so eru tað í flestu førum fólk, sum hava verið uttanlands í lestrarørindum og sum koma at gjalda stórar [...] skipan sum danir, um vit flyta hagar. Spurningurin er, um land og kommuna hava rætt til at seta hesi fólk til síðis, bert tí at tey vórðu noydd til at fara av landinum at fáa sær útbúgving, tí í flestu [...] hava vit ongan døgnstovn til tey børn, hvørs foreldur arbeiða "skeivar " tíðir. Børnini hjá hesum fólkum hava eisini tørv fyri at koma út saman við øðrum børnum og eru tí í ansing í dagtímunum, sjálvt um
verið), men ístaðin er tað meira blivið til eitt klandur og stríð millum júst hesi feløg. Tórsvøllur er ikki HB, men tað er eru HB?arar sum standa aftan fyri Tórsvøll. Millum annað er Poul Michelsen formaður [...] lovað sínum lýsarum einarætt á vøllinum. Tá so kappingarneytar hjá lýsarunum á Tórsvølli alt í einum eru at síggja á B36-húsinum, er ikki so løgið at fólki aftanfyri Tórsvøll reisist av bestu áskoðaraplássunum [...] byrgja upp fyri lýsingunum hjá B36, og afturímóti hevur B36 lovað ilt, um Poul Michelsen og hansara fólk gera nakað slíkt. Tað er ikki bara eitt stríð um nakrar lýsingar. Tað er eisini eitt stríð um pengar
takka fyri heiðurin at sleppa at halda seinastu midnáttarrøðu á Vestanstevnu í hesi øldini. Vit eru í tí Harrans ári 1999. Vit eru á veg inn í eitt nýtt ártúsund. Her í Sandavági í kvøld, skal ikki nógv hugflog [...] broytingar henda so skjótt, antin vit eru tilvitaði um tær ella ikki. Ein týskur rithøvundir segði einaferð um allar tær tøkniligu broytingarnar, sum eru farnar fram í hesi øldini: ?Vit hava enn einaferð hækkað [...] ar skuggaðu fyri øllum útsýni. Síðani eru greið mál sett, og seinasta árið eru stór stig tikin, sum hava latið nýggjar hurðar og møguleikar upp fyri land og fólk okkara. Men kortini er tað so skjótt at