Um vikuskiftið eru forkunnugar kórvitjanir partur av guðstænastunum í Vágs Kirkju. Dýra biðidag verður lestur í Vágs Kirkju. Eisini vitjar kór av Skálafjørðinum. Tað er kórið hjá Johan Mortensen, ið fer [...] at syngja. Sunnudagin 22. mai prædikar Bergtórur Bjarkhamar, prestur, ið er ættaður úr Vági. Tá syngur Havnarkórið í Vágs Kirkju undir guðstænastuni. Vágbingar eru ikki óvanir við kórsang, tí eittnú er [...] Kirkjukórið Ljómur,við manning úr allari Suðuroynni, stundum partur av tiltøkum í og uttanfyri kirkjuna. Men at kór leita sær suður um fjørð, er ikki gerandiskostur, og eru hesar kórvitjanir tí forkunnugar
prestur í Norðstreymoyar Prestagjaldi, men er uppvaksin í Vági. Hann tók studentsprógv á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni og fór síðani at lesa guðfrøði í Keypmannahavn. Innan lesturin í Danmark var Bergtórur ikki [...] gestur í Vágs Kirkju, tí m.a. var hann virkin í Kirkjukórinum Ljómi. Sostatt vitjar prestur aftur á gøtur, har hann sleit barnaskógvar sínar. Føstuguðstænastan í Vágs kirkju verður klokkan 20:00 í kvøld [...] Í kvøld verður føstugudstænasta í Vágs Kirkju. Prestur verður Bergtórur Bjarkhamar. Vágbingurin Bergtórur Bjarkhamar vitjar sostatt aftur á kendar gøtur. Hann varð í fjør vígdur og innsettur sum prestur
fólk stóðu framvið vegnum og fagnaðu heimkomnu hetjuni, ið vann silvur í EM kappingini í svimjing 2010. Vesturi á Eiðinum í Vági tók stór mannamúgva ímóti Páli og røðin av vágbingum, ið vildu sleppa framat [...] ynskja tillukku við silvurmerkinum og bragdinum, var long. Eftir fagna og fýrverk úti, var farið innar í VB Húsið. Har vóru røður og gávuhandanir á skránni, umframt kaffi, flottar køkur og sunkist til børnini
Frá klokkan eitt í nátt til tíðliga í morgun fleyt stór nøgd av gassolju á sjógv frá SEV-verkinum í Vági Óhappið hendi, tí sjálvvirkandi skipanin ikki virkaði. Eingin alarmur fór í gongd, tá ið tað fleyt [...] gassolju, og við tað at tað er so lýtt, dampar oljan skjótt burtur. Fólk frá Vágs havn fóru beinanvegin í morgun at leggja oljusperringar út. Ein leyslig meting hjá sløkkiliðsmeistaranum Gundmundi Jacobsen
loksins Rituna aftur at ferðast við. Tað skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum. Ritan er í løtuni á sleipistøð í Vági, har ymsar umvælingar verða gjørdar. Skipið hevur millum annað fingið nýggja bógskrúvu [...] skuldi málast, áðrenn hon varð sett aftur í sigling. Konrad Gaard Joensen sigur við heimasíðuna hjá Kringvarpinum, at tað hevur størri týdning at fáa skipið í sigling sum skjótast, tí talið á ferðandi [...] ferðandi økist munandi um summarið. Tí verður skipið málað í heyst.
at fáa rakstur á grindina. Men um 21 tíðina kom ferð á, og nakað fyri klokkan 22 í kvøld varð grindin hildin til í Vági. Drápið gekk skjótt og væl, og grindin er helst nakað størri, enn mett varð frammanundan [...] Fyrr í kvøld fann ein bátur grind útfyri Víkarbyrgi. Hildið varð ikki, at talan var um stóra grind, kanska 50 hval, og hildið varð eisini, at springarar vóru í millum, men teir lótu menn sleppa. Nakrir
Smyrli. Í morgun og í kvøld eru tilsamans umleið 1.350 fólk komin suður við Smyrli. Hetta sæst sjálvsagt aftur í Suðuroynni, kanska serliga í býarmyndini í Vági, har heilt nógv fólk hava verið at sæð í allan [...] Í morgin tíðliga byrjar stóra hondbóltskappingin Faroe Islands Handball Cup 2021. Leikarar, venjarar og viðhaldsfólk eru flestøll komin suður í dag, og hetta sæst eisini aftur á ferðafólkatalinum umborð
Tá verða ætlandi útgávukonsertir í Vági og í Havn. Talan er um tónleik, sum verður útgivin talgilt á Spotify, men eisini sum fløga, og Vágs skúli samstarvar við útgávufelagið Tutl um útgávuna. Fimm nýggj [...] Í drúgva tíð hevur Vágs skúli arbeitt við eini tónleikaverkætlan, sum hevur til endamáls at geva út tónleikaútgávu. Nú er útgávan á gáttini. Í næstu viku er útgávan veruleiki, frættist úr Vágs skúla. Tá [...] nýggj løg ,eru á útgávuni og eisini er sjónbandalag gjørt til eitt lag. Meira frættist í komandi døgum frá útgávuni, frættist úr Vágs skúla.
Jens Marni fer á pall í Stóra Pakkhúsi í Vági í annaðkvøld, 26. apríl. Við sær hevur hann dugnaliga Paula Magnussen. Umframt, at Jens Marni er góður tónleikari, sangari og frálíkur undirhaldari á palli [...] palli, so hevur hann tað afturat í hesum døgum, at hann hevur eina nýggja fløgu á marknaðinum. Og júst tónleik av hesi fløguni, ið hevur fingið góða móttøku, kunni gestir í Stóra Pakkhúsi vænta sær at fáa [...] fáa brellbitar av. Umframt hetta fer Jens Marni óivað at blaða í stóru sangbókini, tí sangskrá hansara fevnir víða.
Í kvøld verður afturvendandi túnadansurin í Fámjin Í nógv ár hevur túnadansur verið eitt afturvendandi tiltak í Fámjin og har plaga nógv fólk at savnast tað náttina, dansurin er. Í kvøld verður so aftur [...] túnadansur í Fámjin og hesuferð verður tað orkestrið 005 sum spælir Umframt tónleik og dans verður óneyðugt at ganga í hungri, tí har verður bæði breyð, súpan og franskar hotdogs at fáa. Í sambandi við [...] við dansin koyrir bussur av Tvøroyri og úr Vági til Fámjins og teir bussarnir fara á midnátt. Og eftir túnadansin koyrir bussur eisini úr Fámjin.