Stór oljudálking í Vági

Dálking Í alla nátt hevur gassolja fossað úr einum tanga hjá SEV í Vági. Sjálvvirkandi skipanin virkaði ikki, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV

Klokkan hálvgum níggju í morgun boðaði SEV í Vági avvarðandi myndugleikum frá, at nógv olja var farin á sjógv.
Oljan var likin á sjógv líka frá klokkan eitt í nátt, til óhappið varð uppdagað.
SEV hevur eina sjálvvirkandi skipan, sum pumpar olju úr goymslutanganum í dagtangan, og henda skipan hevur ikki virkað, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Tískil fleyt yvir.
Gudmund Kacobsen, sløkkiliðsleiðari í Vági heldur tað vera torført at siga nágreiniliga, hvussu nógv olja er farin á sjógv, tí nøgdin er so stór. Eitt skot er 30.000 litar, men nøgdin kann vera størri ella minni, sigur Gudmund Jacobsen.

Oljan farin víða
Fólk frá Vágs havn hava lagt sperringar út á fjørðin, men oljan er farin allan vegin inn og liggur í fjøruni og fram við bryggjunum.
Oljan er gassolja.
- Í dag spælir veðrið við okkum. Tað er lýtt og gott veður, og oljan dampar tí skjótt, sigur Gudmund Jacobsen.
- Skipanin er ikki nóg góð, tá ið slíkt hendir. Vit fara nú at kanna, hví óhappði hendi, og vónandi kunnu vit læra av hesum, sigur Hákun Djurhuus.
SEV hevur sett fólk at leita eftir brekinum, og ein stór kanning verður gjørd av óheftum fólki, sum hava serkunnleika til slikar skipanir.
Fyri nøkrum árum síðan hendi eisini eitt oljuóhapp hjá SEV í Vági. Ta ferðina misti verkið tungolju á sjógv, og uppruddingin vardi í fleiri mánaðir.
Einki samband er millum tey bæði óhappini hjá SEV í Vági, tí hesa ferð misti verki gassolju á sjógv.
Enn er ov tíðliga at siga, hvussu drúgv uppruddingin verður.
Kostnaðurin er tí ókendur.
Meginreglan er, at dálkarin rindar fyri uppruddingina.