Ritan fer aftur í sigling

Fríggjadagin fáa svínoyingar og fugloyingar loksins Rituna aftur at ferðast við. Tað skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum. Ritan er í løtuni á sleipistøð í Vági, har ymsar umvælingar verða gjørdar. Skipið hevur millum annað fingið nýggja bógskrúvu, nýggjar og tíðarhóskandi fendarar, og atkomumøguleikarnir hjá ferðafólki eru betraðir.

Tað var ætlanin, at Ritan skuldi málast, áðrenn hon varð sett aftur í sigling. Konrad Gaard Joensen sigur við heimasíðuna hjá Kringvarpinum, at tað hevur størri týdning at fáa skipið í sigling sum skjótast, tí talið á ferðandi økist munandi um summarið. Tí verður skipið málað í heyst.