Pál fekk hetjumóttøku í Vági

Tá Pál Joensen kom til Suðuroyar týsdagin, eftir at vera komin heim eftir luttøkuna í EM kappingini, har hann vann silvur, fekk hann stórfingna móttøku.

Ferðin til heimbygdina Vág byrjaði á Krambatanga. Haðani fylgdu bilar og motorsúkklur honum allan vegin suður til Vágs, har fólk stóðu framvið vegnum og fagnaðu heimkomnu hetjuni, ið vann silvur í EM kappingini í svimjing 2010.

Vesturi á Eiðinum í Vági tók stór mannamúgva ímóti Páli og røðin av vágbingum, ið vildu sleppa framat at ynskja tillukku við silvurmerkinum og bragdinum, var long.

Eftir fagna og fýrverk úti, var farið innar í VB Húsið. Har vóru røður og gávuhandanir á skránni, umframt kaffi, flottar køkur og sunkist til børnini.

Marlon Kjærbo, formaður í SuSvim, handaði Páli Joensen og venjaranum Jón Bjarnason, gávu. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, helt røðu og handaði gávur.

Síðani helt Jon Hestoy, Svimjisamband Føroya, røðu, og síðani Jón Bjarnason. Eftir hetta handaði Eydis Kjærbo, Føroya Banki, Pál gávu. Sama gjørdi Mikkjal Sørensen, umboðani Porkeris Kommunu og Ditlev Tausen, umboðandi Hovs Kommunu.

Pápabeiggi Pál, Hans Joensen, Hans í Líðini, helt síðani røðu og endaði við væl samansettari yrking.

Síðani takkaði Pál, lítillátin sum altíð, fyri stórfingnu móttøkuna.

- Eg vóni ikki, at tað gongur ov long tíð, til eg aftur standi her, segði Pál við einum smíli.

Pál kom heim til heimstaðin og fekk virðing og kærleika at kenna. Fyri framman eru ymsar kappingar. Sum skilst, er ymiskt á skránni í november og og desember, so óivað er Pál aftur í 25 metra hylinum í Vági til venjingar skjótast til ber, meðan prátað verður um ætlanir um 50 metra hyl.