Fløguaktuelt í Stóra Pakkhúsi

Jens Marni fer á pall í Stóra Pakkhúsi í Vági í annaðkvøld, 26. apríl. Við sær hevur hann dugnaliga Paula Magnussen.

Umframt, at Jens Marni er góður tónleikari, sangari og frálíkur undirhaldari á palli, so hevur hann tað afturat í hesum døgum, at hann hevur eina nýggja fløgu á marknaðinum.

Og júst tónleik av hesi fløguni, ið hevur fingið góða móttøku, kunni gestir í Stóra Pakkhúsi vænta sær at fáa brellbitar av.

Umframt hetta fer Jens Marni óivað at blaða í stóru sangbókini, tí sangskrá hansara fevnir víða.