Túnadansur í Fámjin

Í kvøld verður afturvendandi túnadansurin í Fámjin Í nógv ár hevur túnadansur verið eitt afturvendandi tiltak í Fámjin og har plaga nógv fólk at savnast tað náttina, dansurin er.

Í kvøld verður so aftur túnadansur í Fámjin og hesuferð verður tað orkestrið 005 sum spælir

Umframt tónleik og dans verður óneyðugt at ganga í hungri, tí har verður bæði breyð, súpan og franskar hotdogs at fáa.

Í sambandi við dansin koyrir bussur av Tvøroyri og úr Vági til Fámjins og teir bussarnir fara á midnátt. Og eftir túnadansin koyrir bussur eisini úr Fámjin.