Skúlabørn í Vági á gáttini við tónleikaútgávu

Í drúgva tíð hevur Vágs skúli arbeitt við eini tónleikaverkætlan, sum hevur til endamáls at geva út tónleikaútgávu.

 

Nú er útgávan á gáttini.

 

Í næstu viku er útgávan veruleiki, frættist úr Vágs skúla. Tá verða ætlandi útgávukonsertir í Vági og í Havn.

 

Talan er um tónleik, sum verður útgivin talgilt á Spotify, men eisini sum fløga, og Vágs skúli samstarvar við útgávufelagið Tutl um útgávuna. Fimm nýggj løg ,eru á útgávuni og eisini er sjónbandalag gjørt til eitt lag. Meira frættist í komandi døgum frá útgávuni, frættist úr Vágs skúla.