so skrivar Hagstovan, at talið av arbeiðsleysum er minkað úr 803 fólkum í august til 672 fólk í oktober. Tað eru 259 færri arbeiðsleys enn í oktober í fjør. Hagtølini vísa eisini, at tað serliga eru kvinnurnar [...] Hagstova Føroyar hevur í dag kunngjørt nýggjastu tølini fyri arbeiðsleys í Føroyum, og vísa tey, at árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið í oktober var 2,5 prosent. Sostatt er talan um lægsta arbeiðsloysi [...] tá arbeiðsloysið í landinum var 2,2 prosent. Um núverandi gongd heldur fram, so er ikki ósannlíkt, at arbeiðsloysið fer niðurum tey 2,2 prosentini frá januar 2009, tí seinasta árið hevur arbeiðsloysið
hendan familjan at spara 4.150 krónur um mánaðin ella slakar 50.000 skattafríar krónur um árið. - Nú fólkatalið hevur staðið í stað í nógv ár, vilja vit lívga um okkara borgarar við at bjóða teimum betri [...] Meðan aðrar kommunur kappast um at lækka skattaprosentið, gongur Kvívíkar kommuna nú aðrar leiðir og bjóðar ókeypis barnaansing. Tilboðið fevnir um ókeypis barnaansing og frítíðarpláss til allar barnafamiljur [...] barnafamiljur í kommununi, og tá kunnu altso rættiliga nógvir pengar vera at spara. Barnansingin kostar í løtuni 1.900 krónur fyri fyrsta barnið, men systkinafrádrátturin er 25 prosent, og fyri frítíðarskúlan
Tað verður nógvur countrytónleikur at hoyra í høllini á Hálsi í annaðkvøld, tá ið Hallur Joensen, Magni Christiansen og aðrir góðir bygdarmenn fara at spæla til dans í høvuðsstaðnum. Við nýggjasta hittinum [...] løta", hevur Hallur Joensen enn einaferð hugtikið og víst sínar sangdygdir, og í annaðkvøld sleppa fólk at hoyra klaksvíkingin live við Lívinum og øllum hinum fólkakæru løgunum hjá Halli. Magni Christiansen [...] n er eftirhondini vorðin forkunnigur gestur á dansistøðunum, men tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa dugnaliga vestmenningin aftur á pall, og tey, sum smelta fyri Shakin Stevens, Alan Jackson og øðrum
ikki fyrr enn nú, at parlagið er vorði alment. Við blaðið sigur nýforelskaða parið, at aldursmunurin ikki er ein trupulleiki, hóast tað eru 24 ár á muni. – Nei, og eg vænti heldur ikki, at tað verður ein [...] leggur afturat. – Eg hugsi aldrin um hatta við aldrinum, og vit tosa aldrin um tað. Heldur ikki tað, at Sigurd Barrett frammanundan hevur fimm børn, er nakað, ið kemur í vegin fyri kærleikan. – Eg eri væl
seinastu løtuna fekk Jóan Símun Edmundsson eisini tað gula kortið. Vejle Amts Folkeblad metir, at hetta merkir, at Jóan Símun er leikbannaður komandi dyst. Komandi leygardag spælir Vejle tann seinasta heimadystin [...] fótbóltsdeildini. Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen vóru við frá byrjan, og var setningurin at vinna á Lyngby, og fara framvið AC Horsens, sum er á triðja plássi, sum gevur uppflyting til superliguna [...] í 41. minutti. Mads Gabel hjá Lyngby var vístur av vølli í 53. minutti, men tað megnaði Vejle ikki at gagnnýta. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat var Martin Svensson hjá Vejle vístur av vølli. Í
heldur, at spælarar og venjarar hjá H71 kunnu hyggja hvønn annan í eyguni við góðari samvitsku. Hann heldur tó ikki, at tað var bara VÍF, sum gjørdi mistøk í dystinum í kvøld. Petur heldur, at H71 er enn [...] við 16 stigum - fullum stigatali - fyri átta dystir eru greitt á odda. Men hann heldur samstundis, at ein slík úrtøka forpliktar. Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig 1 H71 8 218 173 45 16 2 VÍF 9 243
føroyingum møguleikan at lesa til pedagog umvegis fjarlestur. Útbúgvingin er frá danska University College of Nordsjælland. - Meðan alsamt fleiri av okkara ungu venda nøsina uttanlands fyri at nema sær útbúgving [...] krónur um árið. Treytirnar eru tær somu, sum lesandi búsitandi í Danmark hava. Eitt nú er ikki loyvt at tjena meiri enn knappar 9.000 krónur um mánaðin, um tú skalt hava rætt til lestrarstuðul. Harafturat [...] útbúgving letur fjarlestur upp fyri, at summi teirra kunnu vera verandi í Føroyum - og enntá vera verandi í Suðuroynni, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu. Les meiri um útbúgvingina í Sosialinum
tirnir á árinum, har ein rúgva av fólki plagar at savnast í høllini á Hálsi at hyggja eftir dystunum. Seinastu árini hevur tað eisini verið siðvenja, at gula gólvið verður lagt útyvir vanliga hallargólvið [...] soljóðandi: Bólkur 1: H71, StÍF, Kyndil og H71 2 Bólkur 2: KÍF, VÍF, Neistin og Team Klaksvík Áhugavert er, at oddaliðið í FTZ-deildini, H71, skal spæla ímóti sínum egna eykaliði. Bólkadystirnir hjá monnum verða
Mortensen heldur seg minnast, at línuskipið Pison júst hetta árið eisini hevði eitt enn størri veiðivirðið, tí teir gjørdu fleiri góðar toskatúrar á Føroyabanka. Tá in.fo vísir á, at Pison hevði eitt serliga [...] Flemish Kap í fjør vetur, og tað gekk væl í Eysturgrønlandi, sigur Mortan Mortensen, sum letur væl at gongdini í ár sum heild. Hann hevur verið línuskipari í mong ár, men ongantíð hevur hann fiskað fyri [...] serliga gott heyst á Føroyabanka í 2003, heldur hann, at tað júst var hetta árið, ið royndist so avbera væl hjá pørtum av føroyska línuskipaflotanum.
tryggja sær finaluplássið við bert at vinna ein bólt afturat - áskoðararnir høvdu næstan reist seg, men so byrjaði Fleyr at býta frá sær, og tær megnaðu við góðum spæli at vinna settið 26-24. So var 2- 2 [...] góðum servum frá Evu Nagata Winther, sum servaði flestu av hesum servunum. Og endin á settinum gjørdist at Fleyr vann settið og harvið finaluplássið 15 - 7. KÍF - Fleyr, 2-3 (18-25, 25-21, 25-17, 24-26 og 7-15)