TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Petur Mittún, venjara hjá H71 aftaná 28-24 sigurin hjá hoyvíkingum á VÍF í Hoyvíkshøllini fyrr í kvøld.
Petur Mittún er sera nøgdur við hugburðin, og hann heldur, at spælarar og venjarar hjá H71 kunnu hyggja hvønn annan í eyguni við góðari samvitsku. Hann heldur tó ikki, at tað var bara VÍF, sum gjørdi mistøk í dystinum í kvøld. Petur heldur, at H71 er enn 10 prosent frá optimala støðinum.
Petur Mittún fegnast um greiðu oddastøðuna hjá H71, har hoyvíkingar við 16 stigum - fullum stigatali - fyri átta dystir eru greitt á odda. Men hann heldur samstundis, at ein slík úrtøka forpliktar.