Soleiðis verður bólkabýtið í steypakappingini

HSF hevur kunngjørt, hvussu bólkarnir síggja út í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum.

Sum vanligt er skulu steypafinalurnar í hondbólti avgreiðast í februar. Talan er um størstu, einstøku hondbóltsdystirnir á árinum, har ein rúgva av fólki plagar at savnast í høllini á Hálsi at hyggja eftir dystunum. Seinastu árini hevur tað eisini verið siðvenja, at gula gólvið verður lagt útyvir vanliga hallargólvið í samband við finalurnar.

Hondbóltssamband Føroya hevur kunngjørt, hvussu bólkabýtini síggja út hjá kvinnum og monnum. Liðini eru bólkað eftir støðuni í landskappingini eftir ávikavist 10 dystir hjá kvinnunum og 12 hjá monnunum.

Hjá monnunum eru bólkarnir soljóðandi:

Bólkur 1: H71, StÍF, Kyndil og H71 2
Bólkur 2: KÍF, VÍF, Neistin og Team Klaksvík

Áhugavert er, at oddaliðið í FTZ-deildini, H71, skal spæla ímóti sínum egna eykaliði.

Bólkadystirnir hjá monnum verða avgreiddir í tíðarskeiðnum frá 12. januar til 31. januar.

Hjá kvinnunum eru bólkarnir soljóðandi:

Bólkur 1: Neistin, StÍF og Stjørnan
Bólkur 2: Kyndil, VÍF, VB og H71

 

Bólkadystirnir hjá kvinnunum verða somuleiðis avgreiddir í tíðarskeiðnum frá 12. januar til 31. januar.